UPPTAKT
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani NSÍ fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini í Klaksvík. Tað var í 1976, at NSÍ fyrstu ferð var í 1. deild, og teir í NSÍ taka enn til ferðina norðureftir ta ferðina. NSÍ legði seg á odda, men heimaliðið vann 10-1!
Fyrsta ferðin, at NSÍ fekk fulla úrtøku í Klaksvík, var í 2000, tá ið teir vunnu 1-0. Síðani tá hevur tað riðið um snarið, hvørja ferð, tá ið NSÍ hevur verið har norðuri.
Felags fyri báðar partarnar, sum fara á vøllin á Eiðinum í morgin, er, at tey leingjast eftir at fáa fulla úrtøku. Tað hevur NSÍ ikki fingið, síðani teir í fyrsta umfarinum vunnu móti B36 í Gundadali, og tað hevur KÍ ikki fingið, síðani teir í triðja umfarinum vunnu í Gøtu.
Tá ið NSÍ spældi javnt móti ÍF á heimavølli, fóru onkrir av vøllinum orsaka av skaða. Sjúrður Jacobsen hevur verið skaddur í fleiri vikur, og hann verður ikki tøkur aftur fyrrenn um einar tvær vikur. Gert Langgaard noyddist sunnudagin út við vøddaskaða. Hann hevur ikki vant í vikuni, og tað verður ikki mett, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Ike hevur eisini havt trupulleikar, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla.
Í Klaksvík eru allir spælararnir tøkir. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið liðið tvær ferðir á rað hevur lagt rygg til tap ? fyrst á heimavølli móti Skála og síðani í Gundadali móti B36 ? so verður møguleikin fyri broytingum umhugsaður, men hvørjar møguligu broytingarnar fara at vera, fæst ikki at vita fyrrenn í morgin. Eftir venjingina hóskvøldið ótu KÍ spælararnir døgurða saman, og nú royna Ove Flindt Bjerg og hansara menn at leggja tað farna afturum og at fokusera upp á tað, sum er á skránni í morgin.