Báðir partar vrakaðu semingsroyndina

Semingsstovnurin takkar nú fyri seg

Bæði Føroya Pedagogfelag og arbeiðstakararnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðið, hava fyri løtu síðan vrakað semingsuppskotið, ið Semingstovnurin legði fyri partarnar fyrr í dag. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.


- Báðir partar vrakaðu uppskotið. So nú takka vit fyri okkum, og eru úti av myndini, sigur Terje Sigurðsson, og upplýsir, at um ikki partarnir seta seg í samband við Semingsstovnin, so ger stovnurin ikki meira fyri at finna eina semju.


Terje Sigurðsson segði við Miðlahúsið í gjár, at tað var langt millum partarnar, og at ósemjan snýr seg einans um pengar. Semingsmaðurin upplýsti eisini tá, at avtalan hjá Fíggjarmálaráðnum við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar spøkir í samráðingunum við Føroya Pedagogfelag.