Báðir partar vrakaðu semingsuppskotið

BRÁÐTÍÐINDI: Ósemjan heldur fram og viðurskiftini hjá fiskiflotanum hanga í leysari luft beint nú

Viðurskiftini hjá fiskiflotanum hanga enn í leysari luft.

Semingstovnurin hevur samráðst við manningarfeløgini og Reiðarafelagið, alt vikuskiftið og úslitið var eisini, at eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar.

Teir skuldu svara klokkan eitt í dag, og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at úrslitið er, at báðir partar vrakaðu semingsuppskotið, og sostatt er eingin semja.

Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí semingsmaðurin sigur, at samstundis eru báðir partar sinnaðir at halda fram við samráðingunum.

Hann sigur, at hann tosar við tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið nú, og seinni fer hann so at tosa við Reiðararnar.

Ætlanin er so at fara undir sjálvar samráðingarnar aftur í morgin.

Tað var annars síðsta vikuskifti, at partarnir máttu gera skarvin yvir og ásanna, at tað bar ikki til at finna semju.

Sostatt vórðu boð send eftir semingsmanninum, hann hevur brúkt hesa vikuna upp á at tosa við partarnar og alt vikuskiftið hava so samráðingar verið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað er ikki yvir at dylja, at nýggja fiskivinnuskipanin, og avleiðingarnar av henni, fylla rættiliga nógv í samráðingunum.

Meiri enn tað vil hann ikki siga, men vit vita frá øðrum, at tað er serliga gjaldið fyri at keypa fisk á uppboði, sum ósemja er um.

Reiðararnir krevja, at gjaldið skal dragast av óbýttum, tað vil siga, áðrenn manningin verður avroknað.

Avleiðingin av tí er, at manningarnar sinda ein part av gjaldinum fyri reiðarin keypir fisk á uppboði, og tað góðtaka tær ikki. Tí krevja tær, at manningarnar verða avroknaðar, áðrenn gjaldið verður drigið frá.

Eydnast ikki at fáa semju, verður avleiðingin, at fiskiflotin verður lagdur, ella í hvussu so er ein partur av honum í fyrstu syftu.

Tað skilst á manningarfeløgunum, at í fyrstu syftu kann uppsjóvarflotin verða lagdur, tí tað er har, trupulleikin við gjaldi fyri at keypa fisk á uppboði, er størst.