Bæði Robert Huth og Marouane Fellaini kunnu vænta at verða revsaðir eftir at leikararnir brustu saman í dystinum millum Manchester United og Leicester sunnudagin.
Tað er greitt aftaná at FA í dag hevur kunngjørt, at báðir tveir verða ákærdir fyri harðskap og skulu standa til svars yvirfyri fótbóltssambandinum.
Manchester United var í álopið og Huth og Fellaini stríddust inni í brotsteiginum at koma í góða støðu. Í orrustuni fyllir Robert Huth lógvan við stóra hárprýðinum hjá Fellaini og roytir hann, meðan Maroune Fellaini, sum so ofta fyrr, sendi ikki ein, men tveir albogar móti Robert Huth.
Dómarin sá ikki støðuna og tí fekk hendingin ongar fylgir í dystinum, men nú hevur enska fótbóltssambandið valt at taka málið upp eftir at hava sæð sjónbandaupptøkur frá dystinum. Ein dómsnevnd við trimum fyrrverandi dómarum skal hyggja eftir báðum hendingunum, og hareftir meta um hvør revsingin skal vera.