Hóast Giktafelagið hevur verið á fundi við landsstýris- og embætisfólk hjá bæði verandi og undanfarnu samgongu, er eingin loysn í ljósmála á giktarøkinum.
- Serliga er trupult at fáa myndugleikarnar at fara aftur til avtaluna frá 2012, ið minkaði bíðitíðina niður í fýra mánaðir, og prísurin fyri tað er, at bíðitíðin nú er komin upp á 14 mánaðir, siogur Jákup Mørk, næstformaður í Giktafelagnum.
Felagið hevur nú aftur gjørt vart við støðuna í einum skrivi, har eitt nú verður víst á, at umstøðurnar hjá giktasjúklingum í Føroyum vóru betri í 1982 - altso fyri 34 árum síðani - enn tær eru í dag.
- Tað hevur ikki skortað upp á góð orð, tá vit hava fundast við myndugleikarnar, men hóast allir partar siga seg ynskja eina loysn - og tað skjótt eisini - hendir bara einki, sigur Jákup Mørk, næstformaður í Giktafelagnum.
Hann sigur støðuna vera milt sagt ørkymlandi, tí eingin skilagóð orsøk tykist vera til, at trupulleikarnir ikki kunnu verða loystir eftir tí avtalu, sum longu er til, men bara ikki verður hildin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jákup Mørk.