Ein víðfevnd politisk ævisøga um danska fíggjarmálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, kemur eftir ætlan út í heyst Journalisturin og rithøvundurin, Niels Krause Kjær, er í ferð við at skriva eina politiska ævisøgu um nógv umrødda danska fíggjarmálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, veit Jyllands Posten at siga.
?Hetta er ein áhugaverd uppgáva, tí Lars Løkke Rasmussen hevur stóran ávirkan sum politikari. Sum gongdin hevur verið, kann tað eisini væl hugsast, at hann verður forsætisráðharri um stutta tíð,? sigur Niels Krause Kjær, journalistur og fyrrverandi leiðari á Journalistútbúgvingini á Syddansk Universitet.
Rættiligt rok hevur annars verið um danska fíggjarmálaráðharran í seinastuni, tí hann sigst hava skrivað eina røð av millum annað biograf- og kasinovitjanum uppá landsins rokning.
Sambært Krause Kjær er hetta sonevnda ?skjalarumblið? tó ikki orsøkin til, at hann er farin undir at skriva bókina
?Bókin er ein politisk ævisøga, sum varpar ljós á arbeiðið hjá Lars Løkke Rasmussen. Hansara privatlív verður sjálvandi tikið við í tann mun, tað er viðkomandi, men skjalarumblið hevur onga ávirkan havt á avgerðina um at skriva bókina,? sigur Niels Krause Kjær, ið millum annað hevur verið spindoktari hjá Danska Konservativa Flokkinum.
Politiska ævissøgan um Lars Løkke Rasmussen kemur eftir ætlan út í heyst.