Ein nýggj bók um Madeleine McCann gongur sum heitt breyð í Portugal Portugisiski løgreglumaðurin Goncalo Amaral, sum var við til at kanna málið um ta horvnu gentuna Madeleine McCann, hevur nú skrivað eina bók um málið.
Bókin kom út í Portugal fyri 14 døgum síðani, og hesar báðar vikurnar er hon seld í meiri enn 140.000 eintøkum, skrivar BBC.
Nú hevur høvundurin gjørt av at geva bókina út í Bretlandi, men sambært BBC hava foreldrini hjá Madeleine McCann hótt við at leggja sak ímóiti høvundinum, um bókin kemur út í Bretlandi.