24. oktober, altjóða ST dagin, kemur bók út um ST og mannarættindasáttmálar. Bókin viðger mannarættindi úr mentanarligum, sosialum, búskaparligum, politiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum. Bókin er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdningarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir. Greinirnar eru skrivaðar av føroyskum serfrøðingum, ið hava fakligar og praktiskar royndir í altjóða mannarættindaspurningum. Heldur enn at týða útlendska bókaútgávu hevur Amnesty International Føroya deild valt at skapa eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk samfelagsviðurskifti anno 2009.
Átta kapitlar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST-stovnin og útvaldar mannarættindasáttmálar.
Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri lærustovnum. Eisini er bókin væl egnað sum bakgrundslesnaður hjá fjølmiðlum og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum.
Greinasavnið er harumframt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða mannarættindaviðurskifti. Bókin verður útgivin á forlagnum Fróðskapi.
Høvi verður hjá fólki at síggja bókina á tiltakinum, sum Javnstøðunevndini og Demokratia skipa fyri, um CEDAW, sum er kvinnusáttmálin, í Norðurlandahúsinum ST dagin leygardagin 24. Oktober.