Bók um søkkandi skip

Menn, ið vóru við Sundaberg í 1972, siga søguna um, tá ið trolarin sakk

“Tá Sundaberg sakk” er heiti á nýggjari bók, sum kemur í bókasølurnar í næstum. Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út.
Tað var ein kvøkkur fyri allar Føroyar, tá tað frættist í Útvarpi Føroya, at trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Allir blivu bjargaðir, og ongin fekk fysiskt mein av hendingini.
Í nýggju bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip. Høvuðsparturin er um, tá ið Sundaberg sakk, men fylgt verður eisini við skipinum frá tí, tað verður bygt, til vestmenningar keypa tað frá norðmonnum. Síðan er ein partur um, tá ið vestmenningar áttu trolaran, og til teir mistu hann, og J.F.Kjølbro keypti skipið.
Bæði parturin um Jóannes Fonsdal og um Sundaberg eru uppbygdir soleiðis, at samrøður eru við nógvar menn, sum hava verið við trolaranum. Heilt nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við lagnutúrin í 1972 og við onkran, sum var við í bjargingini tann 7. mai 1972. Nakrir manningarlistar frá Jóannes Fonsdal í 1955, eins og avrokningar eru frá Sundabergi. Alt hetta verður sera væl og nágreiniliga lýst í bókini, sum er prýdd við nógvum myndum, sum bæði eru í litum og svart/hvítum.