Rit & Rák skipar fyri kvøldsetu í Baresso í SMS hóskvøldið 22. november kl. 20.00 Lisbeth Nebelong greiðir frá nýggju skaldsøgu síni Færøblues, sum er framhald av bókini Når engle spiller Mozart. Sólrun Michelsen kemur at lesa brot burturúr nýggju bók síni ?Tema við slankum?, og Carl Jóhan Jensen kemur at framføra nøkur av sínum nýskjaldrum. Harumframt verður spurnarkapping og kunning um nýggjar føroyskar og útlenskar bøkur, sum væntandi fara at vera ímillum metsølubøkurnar í desembur mánað.
At enda verður kunngjørt, hvør vinnarin í krimi stuttsøgukappingini hjá Vikublaðnum var.