Bókaframløga í Ósáskúlanum

Áhugaverd bókaframløga um úrmælingin í 20. øld - Óla Jákup millum Garðarnar - verður í Skúlanum við Ósánna í dag, kristihimmalferðardag klokkan 15.

Tað er bókin "Úrmælingur í 20. øld - Óla Jákup millum Garðarnar" - sum Líggjas í Bø hevur skrivað. Bókin verður løgd fram og ummæld av Jóannesi Hansen, studentaskúlalærara.

Nógvar áhugaverdar myndir eru í bókini og eisini tekningar frá Rúkkulakkanum, sum ofta hevði umrøður av Óla Jákupi. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta.

Skáin fyri løtuna í Skúlanum við Ósánna byrjar við, at Steinbjørn O. Jacobsen bjóðar vælkomin, síðan spælir Klaksvíkar hornorkestur nøkur løg. Eftir hetta hugleiðir Steinbjørn O. Jacobsen um abban, Óla Jákup Jacobsen.

Jóannes Hansen ummælir bókina, og síðan fer Líggjas í Bø, rithøvundur, at hugleiða í sambandi við bókina.

Eftir hetta verður felagssangur, og síðan verður boðin til ein kaffimunn, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

Orð & myndir: Dávur Winther