Einstakir føroyingar høvdu serligan áhuga fyri hesum arbeiðum og virkaðu dúgliga fyri, at hesar gávurnar gjørdust kendar í oyggjunum; ein av teimum ídnastu var Jens Davidsen (1803-1878), sum arbeiddi á amtsskrivstovuni í Havn, og sum eisini var umboðsmaður hjá hesum felag í Føroyum. Jens Davidsen stóð javnan í brævaskifti við C. C. Rafn, professara, sum var skrivari hjá oldskriftfelagnum, og sum gjøgnum hetta arbeiðið hevur fingið serligan áhuga fyri føroyskum fólkaminnum og føroyskum máli.
Davidsen skrivar m.a. til Rafn og sigur honum, hvussu trupult tað er at fáa nakað til lesnað í Føroyum; sambandið við Danmark er so vánaligt, bøkur eru so dýrar, og hjá teimum prestum ella embætismonnum, sum eiga sløð av bókum, er savnið so lítið, at tað so at siga bert viðvíkir teirra egna arbeiði. Eisini skrivar hann í sama brævi, at Múller, skipari, og hann saman við øðrum monnum hava stovnað eitt lestrarfelag, men ætlanin hjá teimum annars er at fáa í lag eitt bókasavn við fastari skipan, og biður hann tí Rafn, professara, sum er so væl kendur við vísindamenn og aðrar lærdómsvinir um at hjálpa teimum við einum slíkum savni.
At Rafn, professari, var hugaður fyri einum slíkum tiltaki, var væntandi, og longu í 1827 sendir hann tey fyrstu bindini til Føroya, ætlað tí nýggja bókasavninum. Tað eydnaðist honum at vekja hugin hjá øðrum monnum fyri sakini, og í teimum fyrstu árunum kemur hópurin av bókum sendandi sum gáva.
Tey bæði fyrstu árini vóru soleiðis latnar 1868 bøkur sum gáva til savnið. Øll hesi bindini vóru í fyrstu syftu goymd á amtsskrivstovuni í Havn, og her man ivaleyst vera rætt at nýta orðið goymd, tí plássið var so mikið lítið, at meginparturin varð lagdur niður í kistur ella á einhvønn annan hátt beindur burtur, soleiðis at ógjørligt var at læna bøkurnar út undir slíkum korum.
Fyri teimum, ið høvdu áhuga fyri savninum ella vardu av tí, var tað eyðsæð, at nógv ráddi um at fáa eina betri skipan í lag, og á ólavsøku 1828, - v.ø.o. í ár fyri 170 árum síðan, tá ið embætismenninir, sum siður var, hittust í Havnini, varð viðtikið eftir áheitan frá Tillisch, amtmanni, at stovna Færø Amts Bibliothek, at royna at skapa fíggjarligt grundarlag fyri rakstrinum av savninum og at fáa bygt eini bókasavnshús.
Í sama ári vóru fyriskipanir gjørdar fyri savnið, hesar vóru staðfestar 5. november 1828, sum síðani hevur verið roknaður sum stovningardagur bókasavnsins. Embætismenninir lótu nakað av peningi árlig til rakrin, og frú Løbner, kona fyrrverandi amtmansins, sýndi vælvild sína fyri hesum máli, við tað at hon gav eitt hóskandi grundstykki, 16 alin langt suður og norður og 10 alin breitt eystur og vestur, í vestara enda av Quillinsgarði, umframt tað var so mikið av peningi fingið til vega - kongur hevði latið 500 ríkisdálar silvurvirði úr jarðarbókagrunninum - at gjørligt var at fara undir nýggju bókasavnshúsini, sum longu vóru liðug í oktober 1829 - 50 m2 til støddar.
Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at tað eydnaðist hesum monnum eftir gott og væl trimum árum at leggja støðið til eitt slíkt savn við egnum húsum og við eini skipan, sum gav lyfti um eitt gott bókasavnsarbeiði í framtíðini. - Umstøðurnar, hetta fyrsta føroyska bókasavnið hevði at virka undir, vóru smáar, men bókasavnið var komið, og tað vóru teir einstaku persónarnir, ið settu sín dám á hetta virksemið. Virðingin fyri bókasavninum var tó ikki altíð so stór. Í langar tíðir vóru eingir pengar hvørki til bókakeyp ella til umvælingar av húsunum, so neyðugt var við hvørt at selja tvítøk, so at torv kundi keypast at hita húsini upp við.
Tá ið Jens Davidsen, sum hevði verið bókavørður øll árini, doyði í 1878, var eingin sum hevði umsorgan fyri bókasavninum meira. Tær bøkurnar, ið vóru givnar savninum, vóru lagdar til viks óinnbundnar, og tá ið heldur ikki fór at verða gjørligt at fáa bókasavninum so mikið av peningi til vega, at húsini kundu verða umsitin, samtykti stýrið fyri savnið at leiga ein part av húsunum út til sparikassan, sum hevði tilhald har til 1905, tá ið sparikassin fekk sín egna bygning.
Í 1920 átti savnið einar 8-10.000 bøkur; tað fekk tá játtaðar 3.500,- kr. frá løgtingi, kommunu og stati, og í Føroyum búðu tá umleið 10-15.000 fólk.
Um hetta mundið - 1920 - verður M. A. Jacobsen (1891-1944) settur sum bókavørður. Løgtingið hækkar studningin til bókasavnsraksturin kr. 2.000 árliga og Havnar kommuna segði seg vilja lata kr. 1.000 umframt útlánshøli. Sjálvt útlánið var tá flutt út á Reyn í tey gomlu fútahúsini, meðan lesistovan og goymslan framvegis vóru verandi í teimum gomlu húsunum í Quillinsgarði. Tær fíggjarligu umstøðurnar vóru soleiðis munandi batnaðar.
Tá ið bókasavnshúsini á Debesartrøð vórðu tikin í brúk á vári 1931, komu arbeiðsumstøðurnar sjálvsagt at vera heilt øðrvísi. Alt bókasavnið varð aftur savnað saman undir einum taki. Allar tær bøkur, ið áður høvdu verið beindar burtur, vórðu settar upp á hillar, og gjørligt var at skipa bókasavnið sum almenn bókasøvn aðrastaðni við útlánið, lesistovu og goymslu - og í okkara føri eisini við eini serstakari Føroyadeild.
1998
Síðani fyrst í tríatiárunum hava hesi søguligu bókasavnshúsini í Quillinsgarði verið á privatum hondum, karmarnir eru broyttir og húsini hava verið umvæld og umbygd fleiri ferðir síðani. Nú møguleikin er til staðar, eigur av álvara at verða umhugsað, um vit ikki eiga at reisa hesum undangongumonnunum á bókasavnsøkinum ein virðiligan minnisvarða við at varðveita hesi húsini, og seta tey aftur í sítt upprunaliga snið.
Á Føroya Landsbókasavni
2. juni 1998
Martin Næs, landsbókavørður
Keldur:
M. A. Jacobsen: Føroya Amts Bókasavn 1828-1928. Tórsh. 1929
Sverri Fon: Mentunarstovnar (í Føroyar, bd.II. Keypmh. 1958)
Martin Næs: M. A. Jacobsen og bókasavnið (í Hvør eigur flaggknappin. Tórsh 1995)
Martin Næs: Føroya Landsbókasavn 165 ár (Hvør eigur flaggknappin. Tórsh. 1995).