Mikudagin 5. desember 2012 varð skipað fyri hugnaligari bókaframløgu í Norðurlandahúsinum. Har vóru bæði røður, sangframførslur og felagssangur á skránni, og tað kom neyvan óvart á, tí talan var nevniliga um framløgu av nýggja bókaverkinum Syng, ið er nýggj sangbók við 456 sangum, harav allir eru á føroyskum máli, uttan norðurlendsku tjóðsangirnir.
Nótar eru settir til øll løgini, og umframt hetta, so er í mangar mátar talan um at bróta upp úr nýggjum, tí so nógv av tilfarinum er rættiliga nýtt, og hevur ikki verið í sangbókum áður, og als ikki við nótaseting til.
Lagt er av álvara afturat føroyska sangskattinum við verkinum Syng.
Stórverk
Tað er Føroya Sanglærarafelag, ið hevur staðið fyri hesum stórverkinum. Hugskotið fingu føroyskir sanglærarar, eftir eina ferð í Danmark. Í Danmark og í Noreg hava slíkar verkætlanir hepnast serstakliga væl. Hugskot birtist til veruleika og í 2007-2008 fór arbeiðið av álvara í gongd. Zacharias Sørensen hevur staðið á odda, men hava onnur í felagnum eisini lagt stórt arbeiði í bókaverkið.
Bókaverkið fevnir um tvær bøkur. Eina við tekstum og nótum, og so eina bók bert við tekstunum.
Mentamálaráðið hevur frá byrjan veitt verkætlanini dyggan stuðul. Men at savna, velja og ikki minst seta nótar til øll hesi løg er av sonnum ikki løtuverk, og tí hevur bókaverkið Syng eisini verið ávegis í nøkur ár.
Á framløguni mikudagin høvdu Bjørn Kalsø og Jógvan á Lakjuni, ávíkavíst landsstýrismaður í mentamálum og fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, orðið. Jógvan á Lakjuni er umframt eisini virkin tónleikari og tónasmiður. Báðir fegnaðust um stórverkið, sum nú er greitt úr hondum og teir fagnaðu stórliga oddamanninum, Zacarias Sørensen, fyri hansara lut í arbeiðinum. Og Zacharias Sørensen, ið leiddi løtuna, takkaði fyri fløvandi orðini.
Til sang framførslur spældi Eyðun á Lakjuni klaver, meðan sungið varð úr nýggju bókini, barnakór hjá Joannu Johansen sang, Unn Paturson sang og spældi og næmingar úr Kommunuskúlanum sungu og spældu.
----
FAKTA
Í arbeiðsbólkinum hjá Sanglærarafelagnum hava sitið Pauli Hansen, Marta á Lakjuni, Eyðun á Lakjuni, Annika R. Holm, ingun Hentze og Zacharias Sørensen.
Um endamálið við bókini verður sagt soleiðis:
Verkætlanin Skúlasangbókin er nú komin á fyrsta málið, sum sett varð í 2008, nevniliga at geva út eitt savn av sangum, sum fyrst og fremst er stílað til næmingarnar í tí eldra endanum í føroysku skúlunum. Ætlanin við útgávuni er tó eisini at menna føroyska sangin sum heild og vit halda hana eisini vera ein frískligan íblástur til sangin bæði í skúla, heimi og frítíð.