Jonhard Hammer
? Eg byrjaði í Bókhandlinum sum býdrongur í 1940 sum 13 ára gamal. So í 1944 helt eg fram í bókbindarínum, sigur Helge Justinussen sum í samband við 50 ára hátíðarhaldið hevði móttøku í bókbindarínum undir Krákugjógv.
? Tá var tað ikki so fast við sáttmálum og slíkum, sum í dag. Men tað vóru nógvar bøkur at binda inn, men alt var gjørt við hond, greiði Helge frá.
? Nei, tá vóru ongar maskinur, og alt var regulert handarbeiði. Eingin falsmaskina, so øll tey prentaðu ørkini vórðu falsað við hond. Hetta var eitt arbeiði, sum tók nógva tíð - serliga tá talan var um stórar bøkur.
Í 1960 byrjaði Helge Justinussen fyri seg sjálvan í kjallaranum í nýggja Sjúkrakassanum, sum tá varð bygdur á horninum Sverrisgøta/Magnus Heinasonargøta.
? Teir tóku um tað mundið bygningin í brúk tað summarið, og eg leigaði kjallaran. Tað var nóg mikið at gera beinanvegin, greiðir Helge frá.
Fyrstu falsimaskinuna fekk Helge í 1964, og var tað ein stórur lætti. Samstundis fekk hann eisini heftimaskinu.
Helge Justinussen hevur altíð havt nógv at gjørt. Men hann heldur, at hóast tað framvegis er nógv at gera, so er ikki grundarlag fyri fleiri bókbindarum.
Serliga til jóla koma nógvar bøkur út, og tá verða bókbindararnir noyddir at arbeiða nógv, um alt skal koma út til jóla. Men eitt sum hendir á hvørjum ári er, at bøkurnar koma so seint út - og gevur hetta bókbindarum stórar trupulleikar, tí hann er síðsta liðið. Helge Justinussen sigur, at hann ongantíð hevur arbeitt um næturnar.
? Eg byrji tíðliga og arbeiðið til klokkan 9-10 um kvøldarnar, sigur Helge Justinussen.
Í dag starvast fýra fólk á bókavirkinum hjá Helge Justinussen.