Um dagarnar gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina »Bókhald og ársroknskapur«, sum Olav Absalonsen hevur skrivað.
Bókin er ein lærubók, sum er ætlað handilsskúla- og fiskivinnuskúlanæmingum.
Bókin er ein av fýra, sum er ætlað lørugreinini virkisbúskapur, og innihaldið í hesi bókini er í høvuðsheit-um roknskapur í handilsvirkjum og framleiðsluvirkjum, roknskapargreining og fíggjarætlan.
Umframt at vera ætlað undirvísingini í áðurnevndu lærugrein, er bókin eisini vælegnað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi og roknskapi.
Høvundin er ikki ókendur í fakinum, tí hann hevur fyrr skrivað bókina »Búskapur og roknskapur« saman við Árant Olsen.
Bókin, sum er prentað hjá Estra í Gøtu er 118 síður til støddar og fæst fyri 148 krónur.