Í dag er útgávudagur fyri bókina hjá kenda bretska fótbóltsrithøvundanum, Andy Mitten, sum er kendur fyri sínar greinar í fótbóltsblaðnum, ?FourFourTwo?. Bókin nevnist ?Mad For It - From Blackpool to Barcelona, football´s greatest rivalries?. 26 grannauppgerðir úr øllum Heiminum verða umrøddar í bókini. 25 grannauppgerðir har haturið er meir ella minni stórt millum liðini og viðhaldsfólkini, og so líka ein vinarlig grannauppgerð. Andy Mitten nevnir grannauppgerðina hann sá millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali, á hásumri í 2006 fyri tað ?einastu vinarligu grannauppgerðina í øllum Heiminum?. Eitt predikat, sum tænir HB, B36 og øllum Føroyum til stóran sóma. Allir fótbóltsáhugaðir og forvitnir føroyingar kunnu bíleggja bókina frá www.amazon.co.uk. Við postgjøldum kemur kostnaðurin óivað at liggja um tær 200 krónurnar. Bókin er longu - áðrenn hon er komin út - næstmest bílagda fótbóltsbókin hjá Amazon. Á Google finnast longu nógvar ávísingar til bókina. Nógv umtala til B36, HB og Føroya land, og sum heystið líður verða tað nógv kring Heimin, sum hava lisið um grannauppgerðina í Havn. Rás2 fer at tosa við Andy Mitten fyrsta dagin.