Bókin um Westerbeek alment løgd fram

Hóskvøldið legði Mathias Lassen alment bókina um Westerbeek fram

Hollendski eysturindiafarin Westerbekk fór á land undir Kirvinum sunnanfyri Lopranseiði í Suðuroynni tann 2. september í 1742.

Síðani hevur hetta verið eitt av gitnastu skipsbrotum í søgu Føroya, og søgur hava livað á mannamunni.

Men nú er kannað og skrivað, og bók er nú tøk við øllum, ið vert er at vita um hendingina, og tað, sum hevur við hendingina at gera.


Framløga

Hóskvøldið var almenn framløga av bókini um Westerbeek í Stóra Pakkhúsi í Vági. Nógv fólk hevði leitað sær í húsið at hoyra Mathias Lassen greiða frá kanningararbeiðinum. Mathias Lassen hevur verið nærlagdur, og hann hevur latið stórverk úr hondum, ið ikki tykist lata nógvar óskrivaðar reglur eftir í spennandi søguni um Westerbeek.

Eisini var áhugin eyðsýnt stórur at ogna sær bókina longu á framløgudegnum.


Eftirkomarar

Nógv hevur verið prátað um, at eftirkomarar eru í Føroyum eftir manningina av Westerbeek, og so er.

Ein teirra er Sámal Bláhamar, ið eisini hevði leitað sær til Vágs til bókaframløguna. Sámal greiddi frá ættini, og at hann sjálvur er sjeynda lið í grein av eftirkomarum av Westerbeek. Sámal Bláhamar hevur verið høvundanum góður stuðul í arbeiðinum at skriva bókina, og Mathias Lassen handaði Sámali Bláhamar eitt eintak av bókini um Westerbeek.