Bókin um yvirskegg er komin

Bókin við teimum 189 skeggunum er nú komin. Hon kostar 161,00 krónur, og og øll inntøkan fer óskerd til Krabbameinsfelagið. Bókin fæst í bókahandlunum: Rit & Rák í SMS, H.N. Jacobsens Bókahandli í Havn og Alfa Bókahandil í Klaksvík.

- Reglurnar hjá movember-rørsluni eru greiðar og harðar, tá røtt verður um yvirskegg, men í bókini er vald ein linari leið og øll skegg, ið eru komin inn, eru við. Myndagóðskan á teimum innsendu myndunum er ymisk, men kortini eru tær við. Fremst í bókini eru tey 161 yvirskeggini, meðan á seinastu síðunum eru 28 onnur skegg, verður sagt í tíðindaskrivi.

Søgan aftanfyri bókina er henda: Á veg til jarðarferð hjá einum vinmanni, ið doyði so alt ov tíðliga, kom hugskotið um at fáa avmyndað yvirskegg og givið tey út í bók. Øll inntøkan av bókini skuldi so fara til Krabbameinsfelagið. Ofta kemur mest burturúr, um byrjað verður, meðan hugskotið er fekst.

- Tað tók ikki langa tíð at fáa Kára Árting í Rit & Rák við í ætlanina, eins og Per á Hædd úr Fotostudio eisini var fúsur. Prentsmiðjan Føroyaprent var klár at umbróta, prenta og binda inn. Krabbameinsfelagið tók undir við ætlanini og soleiðis var tað, at seinasta dag í november 2011 vórðu 136 skegg avmyndaði í Rit & Rák í SMS. Aftrat hesum 136 komu 53 sendandi við telduposti, tilsamans 189 skegg, sigur Krabbameinsfelagið.

Movember-rørslan varð skipað í Avstralia í 2003, og er grundarlagið undir rørsluni, at í movember verða menn mintir á at hugsa um heilsu sína. Í 2011 verður peningur savnaður inn til upplýsing og gransking í prostatakrabba. Tey, ið vilja vita meira um hesa rørslu, kunnu hyggja á heimasíðuna www.movember.org.

- 500 bøkur eru prentaðar, og vónandi verða tær allar seldar. Tøkkin fer til øll tey, ið hava tikið so væl undir við hesari verkætlan, sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.