Mikudagin koma tvær bøkur út á forlagnum Sprotanum, sum bæði eru kærkomnar, men sum ein við einum hjartasuffi eisini hevði viljað verið fyri uttan, tí tær snúgva seg um harðskap og kynsligan ágang á børn og ung.
Onnur bókin er vaksnamannabók ... sig frá ..., sum við dømum lýsir viðkvæma evnið á fjøltáttaðan hátt og týðiliga skynir millum, hvussu rættarsamfelagið hoyrir og dømir, og hvussu vanliga samfelagið - tú og eg - lurta, virða og lata tey sleppa at siga frá.
Hin bókin, Eg eri eg! Mín eg, er samrøðubók ætlað børnum at læra tey at gera vart við seg og sínar kenslur, at geva teimum dirvi at seta mørk og at koma til ein vaksnan við sínum loyndarmálum, um tey hava tað fyri neyðini.