Bílig húsalán til føroyingar

BÚSTAÐARBYGGING Húsalánsgrunnurin er í samráðingum við danskt kredittfelag um eina skipan, sum fer at gera tað bíligari hjá føroyingum at læna til bústaðir

Gongst sum ætlað, fer tað nú at bera til hjá føroyingum at fáa lán til húsabygging, har rentan er væl lægri enn rentan, sum bankarnir nú taka fyri húsalán.
Tað sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum.
Hann sigur, at í løtuni er Húsalánsgrunnurin samráðingum við eitt danskt realkredittfelag um at Húsalánsgrunnurin skal bjóða føroyingum realkredittlán frá teimum.

Komin langt
Hann vil ikki siga, hvat felag, talan er um.
Men hann staðfestir, at partarnir eru kominr rættiliga langt við samráðingunum.
- Eg havi vónir um, at vit røkka eini avtalu longu fyri summarferiuna, leggur hann afturat.
Tá ið avtalan er fingin í lag, skal Húsalánsgrunnurin hava loyvi frá politiska myndugleikanunm í Føroyum at fara undir at veita realkredittlán.
Tað kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gera við eini kunngerð og Húsalánsgrunnurin er støðugt í samskifti við fíggjarmálaráðið um gongdina.
Jørgen Niclasen sigur, at tá ið eitt útspæl er komið frá Húsalánsgrunninum verður tað tikið til viðgerðar.
Og hann leggur afturat, kann talan vera um, at tryggja føroyingum bíligari lán, ljóðar avgjørt skilagott, treytað av, at fortreytirnar annars eru í lagi.
Eitt, hann sipar til, er, at fer Húsalánsgrunnurin undir at veita realkreditt í stóran mun og skal hava veðhald fyri lánunum, endin vera, at tað verður Landskassin, sum má standa við endan, skuldi tað ringasta hent og stórt tal av húsaeigarum fara av knóranum.
Tað er ein av spurningunum, sum skulu viðgerast, tí í politisku skipanini eru ikki øll so fegin um, at landskassin skal veðhalda fyri lán til Húsalánsgrunnin, tí tað almenna skal ikki kappast við privatu bankarnar.

Bíligari lán
Fer Húsalánsgrunnurin undir at veita realkredittlán, skal endamálið vera, at tað kann verða bíligari enn tey lánini, bankarnir veita nú.
Andras Róin heldur, at sum er, eru tað ov dýrt at fáa realkredittlán í Føroyum, tí bankarnir taka eitt umsitingargjald, sum eftir hansara tykki er ov høgt.
Hetta er tað gjaldið, sum verður nevnt bidrag.
- Føroyskir bankarnir eitt bidrag upp á eini 1,9% fyri at veita realkredittlán og tað er runt roknað 1,3% hægri enn peningastovnar í Danmark vanliga taka.
- Okkara endamál er at fáa eina avtalu, har okkara umsitingargjald, ella bidrag, liggu so nær við tað danska, sum gjørligt.
Endamálið hjá Húsalánsgrunninum er sostatt at kunna veita føroyingum realkredittlán sum eru yvir eitt prosent bíligari enn tey, sum bankarnir nú hava at bjóða, kanska upp ímóti hálvtannað prosent.
- So skjótt, vit hava eina avtalu við danska kredittfelagið, fara vit at seta okkum í Samband við Fíggjarmálaráðið um at fáa loyvi til at bjóða tey út, sigur Andras Róin.

Eitt gott mál
Tað skerst ikki burtur, at føroysku bankarnir hava ikki verið fegnir um, at Húsalánsgrunnurin fær hendan møguleikan, tí teir halda, at tað er kappingaravlagandi at ein almennur grunnur skal kappast við privatu bankarnar.
- Eg haldi ikki, at vit hugsa so nógv um tað, segði Andras Róin í samrøðu við Sosialinum nú ein dagin.
Hann heldur, at tørvurin at veita bíligar bústaðir, er eitt atlit, sum eigur at viga tyngri enn virksemið hjá nøkrum privatum bankum og kappingarførið.
- Vit halda, at hetta er alt ov týdningarmikið til at tað druknar í einum kjaki um ójavna kapping við privatu bankarnar.
- Og er støðan tann, at høgir bústaðarprísir og høg renta, elva til fráflyting og forða fólki í at flyta heimaftur, haldi eg, at tað er ein ábyrgd, sum vit eiga at taka í álvara.
- Eg haldi eisini, at tað er eitt gott mál at seta sær, at vit skulu kunna útvega góðar íbúðir til fólk, sum kanska ikki hava so góð ráð, sigur stjórin í Húsalánsgrunnurin.