Bíligari at búgva í Miðvági

Miðvágs bygdarráð hevur avtikið fleiri gjøld, sum løgd hava verið á herðarnar á íbúgvunum í Miðvágs kommunu

- Miðvingar skulu nú ikki gjalda nakað, tá ið teir koyra rusk á bingjuplássið.

- Miðvingar skulu heldur ikki longur gjalda fyri vatnið úr krananum.

Og gjaldið til bøgarðarnar er eisini tikið av. Vágaportalurin spurdi bogarstjóran, Jóhannes Klein, hví kommunan hevur gjørt hetta nú, og sigur borgarstjórin, at hetta hava verið gjøld, sum fólk ikki hava dámað nakað serliga væl, og gjøldini hava ikki tann stóra týdningin fyri kommununa heldur.

(www.vagaportal.fo)<a>