Bíligari at reka Altingið

Fyri at vísa ein góðan vilja, nú landið er í fíggjarligari trongstøðu, hevur íslendska Altingið samtykt at lækka sínar egnu rakstrarútreiðslur í ár.

Í mun til ta upprunaligu játtanina eru 10 prosent skarvað av útreiðslunum. Tað svarar til smáar 10 milliónir krónur í okkara pengum. Sturla Böðvarsson, sum er formaður í Altinginum, sigur við fjølmiðlarnar, at umleið helmingurin av sparingini kemst av, at tingmenn hava samtykt at skerja sína egnu løn. Hitt skal sparast í skrivstovurakstrinum, sigur hann.