– Hví tykist Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ikki at lurta eftir serfrøðini? Tað er spurningurin, nevndin í Elbilafelagnum setir í eini fráboðan í dag.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipanin, har elbilar sleppa undan at rinda mvg og onnur avgjøld, skal halda fram. Men sum nakað nýtt ætlar landsstýrið eisini at gera tað bíligari at keypa hybrid bilar, og ætlanin er eisini at gera tað lættari at selja leigubilar. Og tað tekur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum undir við.
Í eini viðmerking sigur nevndin í Elbilafelagnum, at nú er alt málið fullkomiliga vent á høvdið. Tey staðfesta, at endamálið við hesum er at eggja fólki til at fáa sær elbil, ella kanska vetnisbil, fyri at minka um útlátið av koltvísúrevni.
– At blanda leigubilar og hybridbilar uppí hetta ber brá av tilætlaðari manipulatión, ið einans gagnar bilasølunum, ið selja hybrid- og plug-in hybridbilar, og leigubilar, sigur felagið fyri elbilar.
– Tað kundi sæð út sum um, at meirilutin í Fíggjarnevndini heldur lurtar eftir bilseljarunum heldur enn serfrøðini í umhvørvismálum. Og harvið hugsa tey meira um at veksa um bilasøluna. Tey vísa á, at av teimum, sum eru biðin um at gera viðmerkingar til uppskotið, eru tað at kalla øll, uttan bilasølurnar, sum mæla frá at hybrid-bilar skulu sleppa undan avgjaldi.
Tey í felagnum fyri elbilar, halda, at tað er ikki samanhangur í ætlanini hjá samgonguni, tí hetta er at stumbra upp undir, at fleiri bilar verða seldir og fer bara at gagna bilasølunum, umframt at tað fer at føra til eitt størri útlát.
At tað verður lættari hjá bilasølurnar at selja dýrari leigubilar, og hybridbilar, kann bara seinka skiftið til elbilar, og tað livir als ikki upp til tað, sum samgongan hevur fest í samgonguskjalið. Har stendur nevniliga, at »samgongan fer at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv." Og tað stendur eisini eisini, at "Samgongan vil seta í verk átøk, sum minka um útlát og dálking."
– Ein kann tí loyva sær at spyrja, hvussu hetta uppskot passar inn í ætlanirnar hjá samgonguni, spyr felagið fyri elbilar.
Í nevndini í felagnum fyri elbilar, eru: Justin Philbrow, formaður, Herdis Danielsen, næstforkvinna og Martin Andreas Kruse, skrivari.