Bíligari mjólk og breyð

- Tað er skattalætti ið munar

Tað skal gerast bíligari at vera føroyingur. Serliga skal hetta koma teimum til góða, sum ikki hava ta stóru inntøkuna. Tað sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.

Hetta ætlar hann at gera m.a. við at strika øll undantøkini í MVG-skipanini, soleiðis at meirvirðisgjald verður lagt oman á allar vørur.

Niðurstøða landsstýrismannsins av avleiðingini er, at tá ber til at lækka meirvirðisgjaldið á øllum vørum.

Hvussu hetta serliga kemur teimum lágløntu til góða, - teimum mest fíggjarliga fyrispentu, dugi eg ikki at skilja. Tá hevði verið frægari, at havt eitt lægri meirvirðisgjald á vanligu og dagligu húsarhaldsvørurnar, og hægri gjald á vørur, sum tey meira vælbjargaðu ? teimum, sum hava ráð at hava kræsnar gómar ? kunnu loyva sær at keypa.

Annað dømi um fíggjarmálaráðharrans serliga tokka til til lágløntu, er at samgonga hansara feldi uppskotið um at lækka oljuavgjaldið. Sambært Sosialin sigur landsstýrismaðurin, at eitt lægri oljuavgjald hevði serliga komið teimum til góða, sum frammanundan eru væl fyri og brúka nógva olju.

Ikki rokni eg við, at nakar brúkar meira olju enn neyðugt er. Men tað er hinvegin hjá mongum familjum neyðugt at brúka meira olju enn hjá øðrum familjum. Har nógv eru í húsi, barnaríkum familjum, sum frammanundan hava tungt hús. Heldur ikki skili eg í hesum føri hvussu hugsan landsstýrismansins kemur teimum veikaru til góða.

Tá talað verður um tey, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, verður altíð hugsað um inntøkuna og ikki neyðuga nýtslu hjá húsarhaldinum. Skattastigin er tí ikki í øllum førum rætta amboðið at lætta um hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Minni enn so. Annað er so tað, at fáur man longur rokna við einum skattalætta sum munar.

Tí eitt ítøkiligt og einfalt uppskot at hjálpa teimum sum veruliga tørva fíggjarligan lætta: Latið eitt munagott ískoyti til mjólk og breyð! Tað munar á røttum stað. Hetta kundi verið ein hjálpandi hond frá landspolitikarunum. Og frá kommunalpolitiskari síðu, har eingin møguleiki er fyri laga skattin eftir inntøku, eiga vit at hækka barnafrádráttin.


Tórfinn Smith, býráðslimur