Bíligari vegskatt og dýrari bensin

Samgongan fer arbeiðir nú við at umleggja ymisk avgjøld á bilum. Ein møguleiki er at strika vegskattin, men so fer tað at verða væl dýrari at fylla tangan. Fleiri halda, at hetta fer at geva bilførarum í Havn ein veldugan fyrimun og at tað samstundis fer at raka bilførarar á bygd hart

 Í framtíðini sleppa allir bileigarar kanska frá at betala vegskatt ella vektgjald, sum tað eitur.

Men afturfyri fer tað so at verða munandi dýrari at fylla tangan við bensini ella diesel.

Hetta er ein møguleiki, sum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kannar í løtuni

Í Løgtinginum fyrr í vikuni fortaldi landsstýrismaðurin, at hann er farin at kanna, hvussu tey ymsu avgjøldini av bilum skulu skipast í framtíðini.

Í hesum sambandi spurdi Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, um tað er eitt hugskot at avtaka hálvárliga vektgjaldið og ístaðin leggja eitt eyka avgjald á bensin og diesel, so at landskassin ikki missur inntøkurnar.

- Hetta hevði verið ein skipan, sum er munandi lættari at umsita, umframt at vit høvdu sloppið undan at hundraðtals bilførarar tvær ferðir um árið verða hóttir við at missa pláturnar, tí at vektgjaldið ikki er goldið rættstundis.

Kári P. Højgaard helt eisini, at hetta hevði verið ein munandi rættvísari skipan, enn hana, vit hava nú.

- Tey sum koyra mest og slíta vegirnar mest, koma eisini at betala mest og tann, sum hevur stóran og tungan bil, sum brúkar nógva orku, betalir meir enn ein, sum hevur ein lítlan, fittan og umhvørvisvinarligan bil.

Hann dugur heldur ikki at síggja nakað skil í, at ein pensjónistur, sum koyrir ein sunnudagstúr av og á, skal betala líka nógv sum ein, ið koyrir yvir 30.000 kilometrar um árið.

- Og sum støðan er nú, sleppur alt ferðafólkið, sum kemur til Føroya í bili, at slíta vegirnar ókeypis. Men tað høvdu tey ikki sloppið, varð vegskatturin strikaður og ístaðin lagdur oman á prísin á bensini og diesel.


Áhugaverdur tanki

Jóannes Eidesgaard heldur, at tankin heilt avgjørt er bæði áhugaverdur og viðkomandi.

Hann staðfesti eisini, at í løtuni arbeiðir hann við at endurskoða lógina um vektgjald og kanna verður nú eftir, hvussu tað kann gerast.

- Og tankin hjá Kára P. Højgaard er avgjørt ein partur av hesum kanningum, segði hann.

Kortini heldur landsstýrismaðurin, at vit mugu síggja hetta í einum størri samanhangi, tí verður alt vektgjaldið tikið av og lagt á bensin og diesel, fer tað at geva havnarfólki ein veldugan fyrimun.

Hann nevndi tí møguleikan at gera sum Føroya Tele, har øll gjalda eitt fast gjald fyri at hava telefon, men so betala tey eisini eitt nýtslugjald afturat fyri at brúka telefonina.

Sami leistur kann verða brúktur í sambandi við vektgjaldið, so at tað hereftir verður ein samanrenning av einum lágum, føstum gjaldi og einum eyka nýtslugjaldið, sum verður eitt økt avgjald á bensini og diesel.

Tórbjørn Jacobsen helt, at hetta var eitt skilagott uppskot, tí tað er ikki rímiligt, at tey, sum koyra 1000 kilometrar um árið, skulu betala tað sama, sum tey, ið koyra 50.000 kilometrar um árið.

- Hetta er eisini ein fínur máti at føra umhvørvispolitikk upp á, tí so kemur tann, ið dálkar meiri eisini at betala meir.


Raka útjaðaran harðast

Heðin Zachariasen heldur, at hetta fer at raka tey í útjaðaranum harðast, sum noyðast at koyra langt til arbeiðis.

Men fyrimunurin er kanska, at fólk fara at brúka Bygdaleiðir og tær ymsu bussleiðirnar meiri.

Rodmundur Nielsen sigur, at vit mugu tryggja, at ein nýggj skipan ikki rakar tey harðast, sum hava langt at koyra til arbeiðis.

Jákup Mikkelsen heldur, at verður avgjaldið umlagt, eigur prísurin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar og at sigla við Strandferðsluni at verða tikin við, so at eisini hann kann lækkast.

Karsten Hansen nevndi, at skipanin nú krevur nógva umsiting hjá Akstovuni og eisini hjá fútarættinum í sambandi við fólk ikki klára at betala.

Og tað er ein rættiliga eyðmýkjandi støða at koma í at missa pláturnar.

Bill Justinussen heldur, at verður avgjaldið umlagt, fer tað at geva fólkið í Havnini ein veldugan fyrimun, tí tey koyra minst, samstundis sum at nógv úti um landið mugu koyra meiri til arbeiðis og at gera ørindi.


Nógv dýrari bensin og diesel

Verður vegskatturin avtikin og ístaðin lagdur oman á prísin á brennievni, fer tað at gera tað væl dýrari at fylla sær tangan.

Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann hevur fingið upplýst, at føroyingar innflyta 40 milliónir litrar av bensini og diesel til bilar um árið.

Inntøkan av vektgjaldinum er sett til 93 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár.

Jóannes Eidesgaard sigur, at verður vektgjaldið tikið av og ístaðin roknað upp í prísin á brennievni, verður bensin og diesel stostatt einar 2,30 krónur dýrari fyri liturin.

Tað merkir, at ein litur á bensini, sum í gjár kostaði 7,10 krónur, hevði farið at kostað 9,40.

Og ein litur av diesel, sum kostaði 5,86 krónur í gjár, hevði farið at kostað 8,16 krónur.

Men Jóannes Eidesgaard legði dent á, at hetta skuldi takast við fyrivarni, tí hann hevði ikki havt stundir at rokna hetta nóg gjølliga út.

Men, hvussu nógv hetta afturfyri hevði spart í umsiting á Akstovuni, dugir hann ikki at siga.