Seinastu áratíggjuni eru býlingahús bygd til tess at skapa eitt betri nærumhvørvi í ymsu býlingunum.
Nú eiga vit at taka næsta stigið, har ið vit gera ætlanir fyri at nýta økini kring býlingahúsini og møguliga húsini við, við tí endamáli at gera útiøkini nýtilig eisini til annað virksemi í grannalagnum.
Eisini kann verða bygt afturat býlingahúsunum ella nærhendis teimum, grovari bíligari bygningar ella skúrar, har ið t.d. familjur við børnum kunnu fara út at eta matpakka (pick nick) saman í frítíðini ella grannalagið kan savnast til felags grilling og alt møguligt annað.
Slíkar loysnir skulu so hvørt eisini byggjast inn í teir nýggju býlingarnar, og hetta eigur at verða tikið við í býarskipanirnar, so hvørt tær verða gjørdar. Viðarlundir skulu plantast í øllum býlingum.
Vit eru øll sera fegin um hagan, seyð og tílíkt, men alt hatta hoyrir heima uttanfyri bøgarðarnar. Okkum tørvar als ikki allar hesar forblástu lummar av haga inni í sjálvum býnum. Teir skapa einki umhvørvi, ongan fjálga, inni í býnum. Í býnum skulu vit byggja býarumhvørvi, men fjálgt og menniskjansligt, urbant og spennandi, men eisini grønt og livandi.