- Tað er trupult hjá einum einstøkum bólki at fara til London og fáa røttu fólkini at lurta eftir sær. Her koma fólk úr útlandinum til Føroya at lurta eftir tónleiki, og tann møguleikan skulu bólkarnir royna at fáa nakað burturúr, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Atlantic Music Event Fleiri av teimum fremstu føroysku tónleikabólkunum fara á pallin til Atlantic Music Event um vikuskiftið. Millum áhoyrararnar verða nógv umboð fyri útlendska tónleikavinnu, og tað skulu bólkarnir gera sær dælt av, heldur samskiparin av tiltakinum.
- Hetta er ein sera góður møguleiki hjá føroyskum og øðrum norðurlendskum tónleikarum at vísa seg fram fyri fólki, sum skipa fyri konsertum og festivalum. Tað er trupult hjá einum einstøkum bólki at fara til London og fáa røttu fólkini at lurta eftir sær. Her koma fólk úr útlandinum til Føroya at lurta eftir tónleiki, og tann møguleikan skulu bólkarnir royna at fáa nakað burturúr, sigur Fróði Vestergaard.
- Ein partur av konsertini er, at vit vilja vísa nakrar góðar føroykar bólkar fram fyri útlendsku gestunum. Samstundis hava vit eisini fingið nakrar aðrar norðurlendskar bólkar, sum føroyingar kanska ikki kenna so væl enn, at spæla. Hugskotið er so, at fólk finna saman, tosa saman, og vónandi kann eisini okkurt spennandi spyrjast burturúr, sigur hann.