Bólkaspælið avgreitt

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið varð leiktur mikukvøldið, so nú er greitt, hvørji lið hittast í fjórðingsfinaluni

Mikukvøldið hittustt VB og Sumba í seinasta dystinum í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið.


Hvíldu leikarar

Dysturin var nógv merktur av, at bæði liðini ikki løgdu tað stóra í úrslitið.

VB nýtti høvið til at hvíla fleiri av leikarunum, sum dagliga eru fastir á besta liðnum, og sumbingar máttu vera allar leikararnar, sum búleikast í Havn fyri uttan.

Úrslitið av dystinum gjørdist, at vágbingar fingu fýra mál, meðan Sumba fekk tvey, og við sigrinum tryggjaði VB sær annað plássið í bólkinum.

Sum skilst úr Vági, so var VB gjøgnumgangandi betra liðið, og tað eydnaðist teimum eisin at leggja seg á odda við málið, sum Tórður Holm skeyt.

Í seinna hálvleiki javnaði Hallur Dam Joensen fyri sumbingar, tá hann fór ein solotúr gjøgnum verjuna hjá VB.

Vágbingar svaraðu tó aftur, og Petur Óli Samuelsen, Birgir Nielsen og Niklas Ludvig broyttu støðuna til 4-1, áðrenn Bergur Vinther minkaði um munin móti endanum.


VB-Sumba 4-2 (1-0)


1-0 Tórður Holm

1-1 Hallur Dam Joensen

2-1 Petur Óli Samuelsen

3-1 Birgir Nielsen

4-1 Niklas Ludvig

4-2 Bergur Vinther