Bólkaspælið liðugt

Sum er, so líkjast hálvfinalurnar í kvinnukappingini dystum millum Neistan og Kyndil og Stjørnuna og VB. Ein samanseting, sum tó kann broytast, megnar Kyndil at vinna á Neistanum, tá liðini hittast sunnudagin.

Á pappírinum eru bláu steypavinnararnir tó stórfavorittar. Ikki minst, nú úrslitini hava verið so góð seinnu dystirnar. Kyndil fekk hinvegin eitt lyft við sigrinum á VB, og tær hava eisini fyrr í ár givið Neistanum harða mótstøðu, so útilokast kunnu tær á ongan hátt.
Vinnur Neistin dystin í Havn, so er dysturin í Vági, sum ikki verður spældur fyrr enn um eina viku, at kalla týdningarleysur, tí tá skulu Stjørnan og VB undir øllum umstøðum spæla hálvfinalu móti hvørjum øðrum.
Hinvegin vilja báðir partar hava nakað at spæla fyri, um Kyndil aftur ger ein vørr hesaferð. Tá kann Stjørnan við sigri fara á oddasessin, og á tann hátt fáa lættaru hálvfinaluna. Men hendan vil tá eisini verða móti VB, tí tær tá enda undir Kyndli.