Bólkur settur at loysa hølistrupulleikan

Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett ein skjóttarbeiðandi bólk, sum skal finna eina varandi loysn fyri Fiskivinnuskúlan í Vestmanna

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, er fullgreið um, at hølisumstøðurnar hjá Fiskivinnuskúlanum ikki eru nøktandi. Hon sigur, at Mentamálastýrið í eina tíð hevur arbeitt við at loysa hendan trupulleika, sum kom upp, nú tað kom fram, at høllin inni á Fjørð í Vestmanna ikki verður keypt til endamálið, sum annars varð ætlað.
? Ætlanin um at keypa høllina inni á Fjørð í Vestmanna gjørdist tíverri av ongum, orsakað av, at niðurstøðan í eini tekniskari kanning var, at nevnda høll ikki lýkur allar tær treyitr, sum verða settar til ein útbygdan sjódepil á staðnum. Tí er gjørt av at seta ein skjóttarbeiðandi bólk, umboðandi mentamálastýrið, skúlan og byggiumsitingina, sum skal koma við uppskoti um eina loysn á hølistrupulleikanum hjá skúlanum, soleiðis at ein varandi loysn kann finnast í Vestmanna, sigur hon.
Til tann loysnin er funnin, verður arbeitt við at útvega neyðugu hølini, ið kunnu hýsa einum øktum næmingatali á skúlanum, sigur landsstýriskvinnan.
? Tað verður sæð fram til, at nýggja yrkisútbúgvingin innan fiskavirking og havbúnað, sum ætlanin er at skipa á skúlanum, fær góða undirtøku, og at skúlin við hesum nýggju næmingunum framhaldandi leggur lunnar undir førleikamenningina innan høvuðsvinnu okkara, sigur Annlis Bjarkhamar.
Eins og í grannalondum okkara verður hetta mett sum ein týðandi partur av framtíðar grundarlagnum undir fiskivinnuni.
? Tí vil Mentamálastýrið raðfesta Fiskivinnuskúlan høgt og annars leggja stóran dent á, at tess partur ikki liggur eftir, tá neyðugu karmarnir skulu skipast, sigur hon.
At enda sigur landsstýriskvinnan, at tað er undrunarvert, at ivi verður sáddur um eina avgerð hjá Mentamálastýrinum um ikki at keypa høllina, tá ið hugsað verður um, at stýrið hevur nýtt serliga sakkunnleikan í málsviðgerðini og annars tryggjað sær, at øll viðurskifti eru í lagi, áðrenn keypið verður framt.