Ein víðgongdur bólkur, sum hevur tilknýti til yvirganngsfelagsskapin al-Qaeda, kunngjørdi seinnapartin, at hann hevði ábyrgdina av álopinum á ein jødiskan skúla í franska býnum Toulouse. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP, sum hevur tíðindini frá amerikanska felagsskapinum Site, sum heldur eygað við islamistiskum heimasíðum á internetinum.
Sambært upplýsingunum eitur bólkurin Jund al-Khilafah, og hann hevur fyrr átikið sær ábyrgdina av álopum í Afghanistan og í Kasakhstan, skrivar AFP.
-Tann 19. mars fullførdi franski bróður okkara Yousef eitt átak, sum skakaði grundvøllin undir teimum zionistisku krossfararunum og fylti hjørtu teirra við ræðslu. Vit átaka okkum ábyrgdina av hesum gerðum, stendur í fráboðanini frá bólkinum.
Tann 23 ára gamli Mohamed Merah doyði, servandir franskir hermenn fóru inn í íbúð hansara í Toulouse í dag.