Franska landsliðið var eins ivaleyst móti Eysturríki, sum teir vóru tað móti Føroyum. Eysturríki. Eysturríki varð sent heim við 3-1 tapi, sum tó ikki hevði stórvegis ávirkan á støðuna í okkara bólki. Benzema, Henry og Gignac skutu málini í franska sigrinum. Millum hesi hevði Marc Janko minkað um munin til 2-1, men tann gleðin varð altso stokkut hjá eysturríkarum. Serbia vann okkara undankappingarbólk og fer beinleiðis til HM, meðan Frakland altso skal spæla play-off dystir í november mánaði.