Bóltspæl eri eg

Síðani Jóhanna Ólavsdóttur Niclasen úr Klaksvík var smágenta, hevur bóltspæl verið ein stórur partur av hennara lívi. Nú, sum 16 ára gomul, spælir hon framvegis fótbólt og flogbólt. Er málverji hjá fyrstu deild kvinnum og U-19 landsliðinum

Klaksvík:
Fótbóltsgenið hjá Jóhonnu kom tíðliga til sjóndar, og familjusjúkan, sum hon sjálv tekur til, er helst arvalig.
16 ára gamla Jóhanna Ólavsdóttur Niclasen byrjaði at spæla hondbólt sum átta ára gomul. Og áhugin fyri bóltspælið er síðani tá bara vaksin. Sum níggju ára gomul byrjaði hon at spæla fótbólt, og tvey ár seinni kom flogbólturin eisini inn í myndina.
Áhugan fyri bóltspælinum hevur hon tó ikki frá ongum. Hóast hini fimm systkini lítið og onki hava gjørt við ítrótt, so hevur familjan hjá henni eina fortíð innan bóltheimin. Pápin spældi bæði hondbólt og fótbólt í sínari tíð. Eisini var hann við til at vinna fyrsta føroyameistaraheitið í flogbólti. Og langabbi Jóhonnu, Karl Joensen, vanliga kallaður Karl í Norðistovu var tiltikin góður málverji. Hann bleiv kallaður "hurðin", tí tað var so torført at fáa bóltin ígjøgnum hjá honum.
- Bóltspælið hevur altíð verið eg, og mær hevur altíð dámt tað væl, sigur Jóhanna, sum eitt skifti spældi fótbólt um sumrarnar og fekk vetrarnar at ganga við bæði flogbólti og hondbólti.
Hetta lat seg gera, meðan hon spældi í teimum yngru deildunum, tí venjingarnar lógu ikki sama dag. Men so hvørt sum tað bleiv seriøsari, gjørdist tað henni greitt, at hon fór at verða noydd at velja, tí tað bleiv ov tíðarkrevjandi.
- Eg valdi fyrst hondbóltin frá, men so broytti eg meining og byrjaði aftur, greiðir Jóhanna frá.
Men hon gjørdi síðani seinni av aftur at leggja hondbóltin á hillina og bert fáast við fótbólt og flogbólt.
- Av hondbólti og flogbólti má eg siga, at mær dámar betur flogbólt, og tí tók eg hann framum.
Men er tað so ikki strævið at hava so nógv um oyruni?
- Tað kann verða strævið, tá kappingin líður móti endanum. Tað er serliga tí, at tað eru so fá lið í fótbóltinum, og tí spæla vit í móti teimum somu umaftur og umaftur. Og so eisini tað, at tá vil ein bara hava fótbóltin lidnan. Men hinvegin er tað altíð stuttligt og hugaligt at byrja aftur, tað veri seg til fótbólt ella flogbólt, sigur Jóhanna.

Fótbóltur
Jóhanna byrjaði sum sagt at spæla fótbólt sum níggju ára gomul. Tað var við gentum 10 ? 12 ár. Hóast hon bert var níggju ára gomul, so slapp hon at byrja við teimum. Tað vildi hon sjálv, tí tvær vinkonur hjá henni, byrjaðu eisini tá, og tær vóru tvey ár eldri enn hon. Jóhanna bleiv málverji mest sum av tilvild.
- Tað var undir venjing í gentum 10-12 ár. Vit manglaðu ein málverja, og so segði eg, at eg kundi gott. Eg helt, at tað bert var fyri tað kvøldið, men tá vit so skuldu spæla dyst aftur, tá fekk eg boð um, at eg skuldi verða í málinum. Og har standi eg so enn, men nú í fyrstu deild, sigur Jóhanna smílandi.
Men hon fílist á, at tað er ov lítið at gera hjá henni undir dystunum. Fyrsta kvinnulið hjá KÍ vunnu bæði steypakappingina og landskappingina hjá kvinnunum í ár, og verður mett sum nógv tað besta liðið innan kvinnufótbóltin í landinum í dag.
- Tað er so at siga ongin mótstøða í fyrstu deild. Og tað er ikki serliga áhugavert at vera málmaður, tí onki er at gera, sigur Jóhanna, sum tó ikki dylur fyri, at henni dámar tað avbera væl kortini.
Jóhanna stóð í málinum hjá KÍ kvinnunum í øllum dystunum uttan tveimum í undanfarna kappingarárinum. Men hon leggur dent á, at tað var millum lítið og onki at gera, tí mótstøðan var at kalla lítil og ongin.
- Eg hevði kanska havt meiri at gjørt sum málverji í einum øðrum liði, men tað er altíð stuttligt at vera við til at vinna føroyameistaraheitið og harvið sleppa út í Evropa at spæla.
KÍ kvinnurnar fóru til Svøríkis at spæla Evropa Cup. Tær vunnu ein dyst og taptu hinar báðar. Og tá hevði Jóhanna sjálvandi úr at gera undir dystunum.
- Tað er eitt upplivilsi bara at vera við á einum tílíkum túri, sigur Jóhanna, sum er yngsti leikarin á liðinum.
Tá prátið fellur inn á umstøðurnar hjá kvinnufótbólti, hevur hon hug at fílast at.
- Tað verður ikki lagdur nakar serligur dentur á kvinnufótbóltin, haldi eg. Tað er komið fleiri ferðir fyri, at dómari ikki er møttur til dyst. Og eisini mangla bóltgentur til summar dystir. Og tað er óhugaligt, heldur Jóhanna, sum ikki leggur so nógv í um fólk ikki hava áhuga fyri kvinnufótbólti.
- Men um tað tykist, sum um eitt felag ikki ger so nógv fyri sín kvinnufótbólt, so er tað ov galið.
Hon hevur eisini roynt seg sum venjara. Hon vandi pinkurnar hjá KÍ í fjør.
- Skal eg greiða frá mínum pinkum? Tær vóru virkuliga góðar. Blivu nummar tvey í kappingini. Mær dámdi avbera væl at venja tær, og eg var eisini sera glað sjálv fyri góða úrslitið, sigur Jóhanna.


Fótbóltsminnir
Hóast Jóhanna hevur upplivað mangt spennandi í samband við fótbóltin bæði á fyrstu deild og uttanlanda, so er tað eitt heilt annað minni, sum stendur klárt fremst sum eitt tað besta hjá henni. Tað var, tá hon var við til at vinna føroyameistaraheitið við gentum 10-12 ár.
Tað var tað fyrsta árið, hon royndi seg sum málverja, og tað var púra óvæntað, at tær vunnu.
- Tað var ordiliga stuttligt tá, tí tað var fyrstu árið, at eg spældi, og so vunnu vit. So tað var nakað serligt, sigur hon.
Eitt annað, sum eisini ger sítt til, at hon minnist tað so væl, er, at tær vórðu bodnar til móttøku í býráðshøllini aftaná, har tær fingu handað heiðursbræv.
- Og so bjóðaði KÍ kylling og chips og sodavatn á loftinum eisini, sigur hon og flennir so hjartaliga.
- Eg veit ikki akkurát hví, men eg minnist tað bara so væl, og tað var nakað heilt serligt, tí tað varð gjørt so nógv burtur úr okkum, tí vit vunnu.
Hon hevur sjálvandi eisini fleiri onnur góð minni frá fótbóltstíðini, men hatta er so tað minnið, sum stendur fremst í huganum.
Jóhanna er annars júst aftur komin úr Bulgaria, har hon hevur verið við U-19 landsliðinum og leikt við í eini mini-kapping. Tað gekk framúr væl hjá kvinnunum har niðri. Tær leiktu ein dyst javnan, taptu ein og vunnu ein. Tær endaðu sostatt á einum ørðum plássi í bólkinum, og tað er tað besta úrslitið eitt føroyskt landslið nakrantíð hevur fingið í útlendskari kapping.
Sjálvt um Jóhanna ongantíð kom at standa millum stengurnar á tí túrinum, so letur hon sera væl at.
- Bara tað at fáa møguleikan til at vera við, er í sær sjálvum eitt stórt upplivilsi, heldur hon og leggur afturat, at tað er gott at kunna síggja onnur lið og læra av teimum.
Hon sigur, at hon ikki var vónbrotin av, at hon sat á beinkinum allan túrin, tí tað eru tveir málverjar og bert tann eini sleppur inn.
- Um tað er betri fyri liðið, at eg siti á beinkinum, so er tað eisini tað rætta, sigur Jóhanna, sum er púra greið yvir treytirnar, sum ein fótbóltsleikari er undir í landsliðshøpi.
- Viðhvørt ert tú inni og aðrar tíðir ert tú úti. Tað kann ganga báðar vegir.
Hyggið bara at føroyska A-landsliðinum! (red.)

Onnur ítriv
Jóhanna hevur tó ikki bert fingist við bóltspøl. Eitt skifti gekk hon í musikkskúlanum, har hon spældi horn.
Og nú sker hon í ein skellilátur og sigur stórflennandi, at hon byrjaði tvær ferðir at spæla, men gavst báðu ferð.
- Tann fyrra tónleikalæraran skilti eg so illa, hann var skoti, og tí gavst eg. Kanska eg enn kundi spælt horn, um eg hevði hóskað betur saman við lærarunum, sigur hon og flennir í kíki.
Vinkonur hevur hon nógvar, og tá tær ringja til hana fyri at vita, um hon hevur hug at koma við út, so er fyrsti spurningur:
» Skalt tú aftur venja í kvøld?«
Ongin av hennara vinkonum fáast við bóltspæl, men tær gera fimleik, so venjingartíðirnar passa ikki altíð so væl saman.
Sum sagt, so spælir Jóhanna flogbólt um veturin. Í fjør luktaði hon líka til meistaradeildinia, tá hon spældi við í tí seinasta dystinum, men í ár er hon so aftur á gentum 16 ár.
Hon var við á U-14 landsliðinum í flogbólti í 2000.
Henni dámar avbera væl flogbólt, men hon sigur, at fótbóltur og flogbóltur ikki kann samanlíknast á nakran hátt.
- Tað er fullkomuliga hvør sítt spæl. Í flogbólti ræður tað jú um at fáa bóltin yvir um eitt net, og í fótbólti rennur tú allatíðina aftaná bóltinum.
Tá hon byrjaði at spæla flogbólt, fór hon tann fyrsta venjingardagin frá C-liðinum til B-liðið og síðani upp í A-liðið.

Framtíðin
Jóhanna sigur, at hon hevur ongar ætlanir um at gevast við fótbólti ella flogbólti fyribils.
- Mær dámar tað so væl, og eg ofri gleðiliga tíðina upp á tað, sigur bóltelskarin.
Hon hevur onkuntíð hugsað um at givist við fótbóltinum, tí tað til tíðir sjálvandi kann gerast ov kravmikið, men hon hevur ikki umhugsað tað, síðani hon kom á fyrstu deildar liðið.
- Í fótbólti er tað so, at um tú vilt spæla aftan á, at tú ert fylt 17 ár, so er bara fyrsta deild. Tað er ongin lægri deild. Men í flogbólti kann ein fara í eina lægri deild, um ein ikki hevur hug at ofra so nógv upp á spælið, greiðir Jóhanna frá.
Tað er uttan iva hugurin, sum drívur verkið hjá hesi ungu gentuni, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað sera nógv innan bóltheimin. Og tað liggja helst nógvar fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar fyri framman, um hon heldur fram, sum hon hevur gjørt higartil.