FORMULADEILDIN 12. UMFAR
Tað man vera langt síðani, at úrslitini í bestu deildini hava verið so óvæntað, sum tey vístu seg at vera sunnudagin, tá ið 12. umfar í ársins landskapping varð avgreitt.
Serliga vóru tað botnliðini, ið gjørdu ein orduligan vørr. B68 fekk fult í Klaksvík og hevur lyft seg upp um niðurflytingar plássini. ÍF fekk fyri fyrstu ferð síðani í 26 ár stig við sær úr Gøtu, og VB/Sumba megnaði at fáa eitt stig við sær úr Gundadali.
Hervið kunnu vit staðfesta virðið í gomlu vendingini, at alt kann koma fyri, tí bólturin er rundur! 2. hvítusunnudag legði VB/Sumba á heimavølli rygg til eyðmýkjandi 7-1 tap ímóti KÍ. Fyri tveimum vikum síðani vann B36 á Norðoyastevnu ímóti KÍ, og nú megnaði VB/Sumba javnleik í Gundadali ímóti B36. Tað er ikki altíð so nógvur logikkur í fótbólti og fótbóltsúrslitunum!
Hetta kunnu teir eisini skriva undir upp á niðri í Týsklandi. Ikki minst Svøríki og Pólland, sum komu illa frá fyrstu royndini hóast mótstøðan ikki var nakað at reypa av.
Eftir níggju umfør uttan tap, er HB nýtt oddalið. Teir vunnu í torføru avbjóðingini á Skála, meðan EB/Streymur enn eina ferð heilkiksaði í Runavík. Avrikið hjá EB/Streymi vísti, at teir hava eitt kompleks í Runavík. Tað kendist sum um, at teir ikki rættuliga roknaðu við, at tað skuldi bera til.
Fulla úrtøkan ber við sær, at NSÍ aftur av álvara blandar seg upp í toppstríðið. Tað eru bara trý stig frá teimum og fram til HB og EB/Streym. Meiri spennandi fær tað illa verið. Serliga tá ið støðutalvan vísir, at GÍ liggur frammanfyri NSÍ og aftanfyri oddaliðini.
Gøtumenn hava leingi verið boysnir at vinna á. Trupulleikin hjá teimum er kortini, at teir fáa ov lítla úrtøku. Átta tær seinastu ferðirnar hava teir ikki tapt. Men teir hava bara vunnið tríggjar ferðir, og tað kostaði oddasessin, at ÍF fyri fyrstu ferð síðani í 1980 fekk stig við sær til hús eftir vitjan í Sarpugerði.
Venjararnir eru friðaðir
Sjáldsamt er tað, at allir venjararnir, sum høvdu ábyrgd, tá ið tað varð farið undir kappingina, framvegis sita við róðrið, nú kappingin er tólv umfør og tveir og ein hálvan mánað gomul.
Kreditturin hjá venjarunum á Toftum, í Fuglafirði og í Vági mundi ikki minka sunnudagin. Tað er neyvan nakað at ivast í, at vónbrotið eftir 12. umfari er størst í Klaksvík og í B36. Samstundis er tað púra víst, at ússaligu avrikini ímóti ávikavíst B68 og VB/Sumba fara ikki at bera venjarasekkir við sær.
Í Klaksvík verður sjálvandi lagt væl til merkis, at KÍ síðani stórsigurin á Toftum 30. apríl í seks royndum bara hevur vunnið eina ferð á útivølli ímóti VB/Sumba. Eftir tapið á heimavølli ímóti B36 vórðu spælararnir sektaðir við fjallarenning. Hvat fer at verða á skránni hesa ferð fæst at síggja. Spurningurin er, um tað ikki hevði verið hugskot at gjørt royndir við venjingum, har málið eigur at vera at halda bóltinum niðri á vøllinum.
Tað kann ikki vera rætt, at tað í Klaksvík, sum hevur so ríkar traditiónir í fótbólti, nú skulu vera so fáir, sum spæla fótbólt og so nógvir sum gyppa so langt og so høgt.
Dygdin
Vikurnar meðan HM er á skránni, plagar dygdin í heimligu kappingini at lækka. Í hvussu so er í eygunum á áskoðarunum, sum gerast uppaftur meiri kræsnir, tá ið teir skulu sammeta Mortan úr Hørg, Jákup á Borg, Jóhann á Stongum og Hjalgrím Elttør og teirra avrik við Ljungberg, Ronaldino, Beckham og van Niestelroy.
Ofta verður spurt, hvat útlendskt støði besta føroyska deildin er á. Tað er lítið at ivast í, at fremstu liðini høvdu staðið seg í bestu íslendsku deildini. Føroyska spælið minnir ikki so lítið um íslendska spælið. B36 vísti bæði í fjør og í ár, at tað ber til at standa íslendingum kurl.
Christian Lundberg helt fyri tveimum vikum síðani fyri, at hann hevði latið sær fortalt, at bestu føroysku feløgini høvdu megnað at hildið tørn um pláss í næstbestu donsku deildini. Hvussu tað hevði verið við tí ber tað bara til at gera metingar um. Hetta fer ongantíð at verða roynt í verki.
Í donsku superliguni hava fleiri feløg heilt aðra leikliga dagsskrá, enn føroysku feløgini hava tað. Stílurin í næstbestu deildini er ivaleyst minni ólíkur føroyska fótbóltinum, enn superligan er tað.
Leikliga dygdin hevur higartil verið óstøðug. Tað hevur sjálvandi nakað við veðrið og venjingarstøðuna at gera. Hóast dómurin er harðari undir HM, so er tað ikki burturvið at rokna við og í hvussu so er at vóna, at dygdin fer at hækka, nú spælararnir rættuliga eiga at verða komnir í dystarvenjing, og nú tað endiliga gjørdist summar. Hugaligt er tað at staðfesta, at bólturin framvegis er rundur, og at tað harvið loysir seg at sleppa sjónvarpinum og saman við øðrum í góðveðrinum at fylgja føroysku spælarunum.