Flogbóltur
Føroyameistararnir úr SÍ taka í fyrsta dystinum ímóti Fleyr, sum seinasta kappingarár hevði tað trupult og endaði aftast. Fleiri blaðungar kvinnur eru tó við á liðnum, og við tilgongd av Hjørdis Johanesen, Gudrid Nolsøe og Gurið Syderbø kann væl hugsast, at talan er um eitt lið, sum fer at gera nógv um seg í vetur.
SÍ er eins og í fjør ein av sterkastu FM-kandidatunum, hóast Karin Mikkelsen ikki longur er partur av liðnum, men við nýggja Fleyr-liðnum tykjast meistararnir veruliga hava eina styrkisroynd longu í fyrsta umfarinum.
Dráttur og KíF spæla á Giljanesi. Hesi bæði liðini høvdu eina heldur misjavna kapping í fjør. Dráttur megnaði ongantíð rættiliga at hótta SÍ og ÍF, hóast leikaratilfarið var gott. Í ár tykist liðið minst líka væl fyri. Tað er tí ikki óvist, at júst Dráttur kann koma at verða størsta hóttanin hjá SÍ. KÍF misti seinasta ár nógv fólk, og tí er talan í veruleikanum at byggja nýtt lið upp, hóast talan er um nógvar leikarar, sum hava verið við leingi. Tað kann tí taka nakað av tíð, áðrenn KÍF rættiliga fær spælt liðið saman.
Síðsti dysturin fyrsta leikumfarið er ímillum Mjølnir og ÍF. Hesi liðini bardust seinasta kappingarár hvør í sínum enda á stigatalvuni. Mjølnir hevur framt eitt ættarliðsskifti, og ungu genturnar skulu nú saman við Margit Joensen helst vinna seg longur fram enn seinast kappingarár.