46 ára gamli Jógvan Z. Joensen, sum var bóndi í Fuglafirði, doyði mikudagin í syndarligari vanlukku.
Hann var saman við systur síni á veg norður í Halgadal at hyggja til seyðin og gera okkurt arbeiði í seyðahúsinum.
Tá tey bæði koma til Norðaru Gjógv, sum er ein hálvan tíma til gongu frá bygdini, er bóndin áhaldsin og dettur niður í gjónna. Fallið var einar 30 metrar, og hann er eftir øllum at døma deyður í fallinum. Hetta upplýsir løgreglustøðin í Runavík fyri Sosialinum.
Sera illgongt var á hesum staðnum, tí tjúkkur og harður kavi lá við gjónna. Júst tá maðurin er komin yvir um ánna, beint omamvert gjónna, missir hann fótafestið og glíður niður í gjónna. Annars var gott gangandi eftir rásini, inntil tey komu til gjónna. Bóndin hevði høgt sær eina rás tvørturum ánna við fjallstavinum
Um tað mundið vóru tveir bátar útfyri gjónni. Kvinnan rópar á hesar bátarnar og biður um hjálp. Annar báturin fer út á eina leið, har telefonsambandið var frægari og ringdi eftir hjálp.
Hin báturin, sum var ein alibátur úr Oyndarfirði, sigldi inn móti landi og setti tveir ungar mans í land. Teir fóru fyrst niðan til kvinnuna og síðani niður í gjónna eftir manninum. Tá vóru fleiri fólk komin til hjálpar. Teir báðir menninir fylgdu síðani kvinnuni aftur til bygdina.
Tyrlan kom síðani eftir manninum, og hann varð fluttur á sjúkrahúsið í Havn. Hildið verður tó, at maðurin doyði á staðnum.
Ætlanin var, at Jógvan og systurin skuldu við báti norður í Halgadal, men báturin fekk okkurt um skrúvuna og mátti tí venda aftur. Tey bæði vórðu síðani sett í land og skuldu ganga restina av teininum. Tey komu tó ongantíð so langt. Maðurin var ógiftur.