LØGTINGSVAL
28 ára gamli bóndin á Kjalnesi, Eddie Joensen, stillar fyri fyrstu ferð upp til løgtingsval í ár. Hann tók við festinum í 2000 eftir pápa sín, og hann dylir ikki fyri, at hjá honum eru landbúnaðarmál so avgjørt eitt hjartamál.
Tað fyrsta bóndin og valevni á Kjalnesi nevnir er at fáa mjólkina bíligari. Hann er av teirri greiði fatan, at mjólkin í Føroyum er ov kostnaðarmikil fyri barnafamiljurnar.
Ì løtuni er mjólkastuðulin til bóndurnar 50 oyru fyri liturin, og Eddie Joensen metir, at tað hevði verið hóskandi at byrja við at tvífalda hendan stuðul. Hesin økti stuðul vil merkja eina meirútreiðslu til landskassan áljóðandi umleið 3,5 milliónir krónur.
- Hetta gera tey í øllum øðrum londum, vísir Eddie Joensen á.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta ikki ein beinleiðis stuðul til bóndirnar?
- Stuðul er vorðið eitt sovorðið ljótt orð, so eg vil heldur rópa tað fyri eitt ískoyti. Tað er ótrúliga týdningarmikið at gera tað liviligari hjá familjunum, sigur Eddie Joensen.
Eisini viðurskiftini hjá bóndunum heldur Eddie Joensen vera neyðug at broyta uppá. Eitt nú ognarviðurskiftini hjá bóndunum heldur bóndin á Kjalnesi kunnu broytast.
- Sum støðan er í dag, so seta vit sum bøndur pening í hús á garðunu. Vit taka kanska lán, og tá vit so hava goldið hesi lán aftur, so eigi vit ikki húsini allíkavæl, sigur Eddie Joensen.
Hann heldur ikki, at tað hevur so stóran týdning at privatisera jørðina sjálva, men sjálvar fastognirnar á garðinum eigur bóndin at kunna eiga, soleiðis at hann ikki stendur á berum, tá hann gevst sum bóndi. Hann leggur dent á, at bóndirnar sjálvir ofta taka lán og rinda hesi aftur sjálvi.
Tað er hugsanin hjá Eddie Joensen, at eftirkomarar hjá verandi bóndum skulu hava fyrsta rætt til at yvirtaka garðarnar. Men er eingin eftirkomari, so heldur valevni hjá Javnaðarflokkinum, at besta loysnin er at leggja garðar saman til størri eindir.
- Tað skal helst kunna bera til at liva av at vera bóndi, sigur Eddie.
Bóndin á Kjalenesi heldur eisini, at tað skal vera møguligt hjá bóndum at fáa stuðul til at velta nýggj lendi.
- Tað eigur so at vera Jarðarráðið ella ein Búnaðarstova við serkønum fólkum, sum ger av um eitt lendi er ráðiligt at fara í holt við at velta og veita stuðul til, sigur Eddie Joensen.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ber tað til at hava landbúnað í verandi líki uttan almennan stuðul?
- Tað meti eg ber ógvuliga illa til. Ì øllum førum fær hetta eina stóra ávirkan á prísin á kjøti og mjólk, sigur Eddie Joensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fokus á familjuna
Kjalnesgarður, sum er í Kollafirði, er fýra merkur til støddar. Eddie hevur bæði mjólkineyt og 160 áseyðir. Í bóndans garði á Kjalnesi býr Eddie saman við Fridu, sum hann eigur tvey børn saman við ? eina fýra ára gamla dóttir og ein fimm mánaðir gamlan son.
Og familjumál eru so avgjørt eitt hjartamál hjá Eddie Joensen, leggur hann eina við. Umframt bíligari mjólk til hesar familjur, heldur Eddie tað vera fleiri aðrir møguleikar at stimbra føroysku barnafamiljuna.
- Tað er dýrt at hava fleiri børn ansaði á stovnum. Eg haldi, at foreldur við fleiri børnum eiga at fáa avsláttur, soleiðis at tað verður meira liviligt, sigur Eddie Joensen. Hesi vallyfti minna um tey hjá øðrum javnaðarvalevnum, og tey skulu takast í álvara, sigur Eddie.
Hann vísir eisini á, at rentustuðulin eigur at varðveitast.
- Tað er sera órættvíst at taka hann frá familjunum, eftir at tey hava bundið seg fíggjarliga í nógv ár undir teimum fortreytum, at rentustuðulin er avgerandi fyri at endarnir skulu røkka saman, sigur Eddie Joensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Norðstreymoy
Sum uppstillaður í Norðstreymoyar valdømi kappast Eddie og Javnaðarflokkurin um ein av tveimum valdømisvaldum løgtingssessum. Kappingin í hesum valdøminum er sera hørð.
Tá spurt verður um ætlanir í sjálvum valdøminum, heldur bóndin á Kjalnesi, at neyðugt er at skapa betri fortreytir og karmar fyri vinnulívið í hesum valdøminum fyri at skapa framburð.
- Alivinnan er illa sperd, og eg haldi ikki, at tað er nakar trupulleiki at fáa útlendskan kapital upp í vinnuna. Bert teir fylgja teimum treytum, sum verða settar á eitt nú umhvørvisøkinum seta, sigur Eddie Joensen.
Sum onnur droyma eisini norðstreymoyingar um tunlar og betri vegakerv.
- Vit mugu betra um vegin til Tjørnuvíkar, og ein tunnil droyma vit eisini um, men hetta liggur langt frammi í tíðini, sigur Eddie.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eingin fullveldismaður
Bóndin á Kjalnesi vónar tað besta, nú tað av álvara stundar til val. Verður hann valdur, so verður neyðugt við einum húskalli á garðinum fyri at lætta um arbeiðsbyrðuna.
Tá vit spyrja bóndan og valevni eftir hansara støðu í tí tjóðskaparliga spurninginum, er hann skjótur at svara, at hann so avgjørt ikki er nakar loysingarmaður.
- Tað er nógv í Javnaðarflokkinum, sum eru loysingarfólk, men tað eri eg so ikki. Haldi tó, at partarnir í ríkisfelagsskapinum skulu gerast meira javnsettir, sigur Eddie Joensen.
Við tíðini heldur Eddie Joensen, at tað er rúm fyri at minka blokkin, men hetta skal ikki gerast sum støðan er nú.
- Vit mugu raðfesta familjuna og vælferðina fyrst og fremst, ljóðar boðskapurin frá valevninum og bóndinum á Kjalnesi.