Tað letur til, at løgtingið fer at taka undir við, at aldursmarkið, sum sigur, at festarar skulu siga festið frá sær, tá ið teir fylla 70 ár, verður broytt. Harvið verður tað meiri upp til festararnar sjálvar at gera av, um teir skulu leggja frá sær, tá ið teir fylla 70, ella um teir framvegis skulu sita við festinum.
Vinnunevndin hevur lagt álit fyri tingið. Ein samd vinnunevnd mælir til, at greinin verður broytt soleiðis, at festari, sum hevur fylt 70 ár, eftir umsókn kann fáa longt rættin til festið fyri fimm ár í senn.
Í viðmerkingini sigur nevndin, at við hesi broyting kann festarin, um hann er fyltur 70 ár, eftir umsókn, frá Búnaðarstovuni fáa longt loyvið til festi sítt í fimm ár í senn.
Ein samd nevnd tekur við hesari broyting undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Jógvan Skorheim løgdu 2. november vegna ávikavíst Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri uppskotið um at strika 70 ára aldursmarkið fyri tingið.
Eftir fyrstu viðgerð, sum var 15. november, hevur vinnunevndin viðgjørt málið á fundum 27. november, og 4., 6., 11., 12., 13. og 14. desember.
Nevndin heldur, at tíðirnar eru nógv broyttar, síðani 70-ára aldursmarkið varð sett í lógina. Fólk liva og eru arbeiðsfør longur nú enn fyrr, og er almenni politikkurin eisini, at fólk skulu verða so leingi á arbeiðsmarknaðinum, sum til ber. Aldur er bert eitt tal, og sigur lítið um førleikararnar hjá festara at røkja festið. Festari eigur at kunna sita við festinum so leingi, hann er førur fyri at røkja festið.
Nevndin fegnast samstundis um, at hugurin at taka við festum tykist vaksandi, og mælir til, at lóggávan á búnaðarøkinum alla tíðina verður dagførd soleiðis, at hon hóskar til tíðina, og til tey mál, ið verða sett fyri einum nútímans landbúnað.
Út frá omanfyri standandi er tað, at ein samd vinnunevnd mælir til omanfyri nevnda broytingaruppskot.
Í vinnunevndini eigur andstøðan meirilutan. Umboðini hjá andstøðuni í vinnunevndini eru Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Bjørn Kalsø og Jógvan Skorheim.
Samgonguumboðini eru Bjørt Samuelsen, sum er formaður, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen.
Løgtingsformaðurin boðaði í gjár frá, at málið fer til 2. viðgerð á einum seinni fundi.