Býráðini í Tórshavn og Aberdeen hava undirskrivað eina samstarvsavtalu. Nú verður fyrsti fundurin millum býirnar. Nevndin fór úr Føroyum sunnudagin og kemur heimaftur mikudagin 4. oktober.
Avtalan hevur millum annað til endamáls at menna vinnusamstarvið millum býirnar. Eisini kann Tórshavnar Býráð fáa góð ráð í sambandi við eina komandi oljuvinnu.
23. august í ár gjørdi Tórshavnar Býráð eisini samstarvsavtalu við Stavanger í Noregi.
SíS