Býráðið í Havn tekur fótin av spitaranum

Næsta ár verður munandi færri íløgur gjørdar í Tórshavnar Kommunu enn í ár

 Næsta ár verður munandi minni virksemi í Tórshavnar Kommunu, enn tað varð stungið út í kortið fyri í ár.

Tilsamans verður fíggjarætlanin fyri næsta ár ein fimting lægri enn hon er í ár.

Serliga er tað viðvíkjandi íløgunum, at kommunan tekur fótin av spitaranum.

Í ár eru 277 milliónir settar av til íløgur í kommununi, men næsta ár er ætlanin at minka íløgurnar niður í 105 milliónir.

Annars fer sjálvur raksturin av kommununi at kosta 10 milliónir meiri næsta ár enn tað ger í ár.

Men harafturat verður mett, at Tórshavnar Býráð skal betala 8,2 milliónir í lánsgjøldum næsta ár.

Serliga hetta síðsta var eitt, sum andstøðan í býráðnum harmaðist um, tí í ár er lánsgjaldið bara eina millión.

Jan Christiansen segði, at hetta varð úrslitið av einum skilaleysum íløgupolitikki, tí hevði meirilutin dugað sær hógv og ført ein ábyrgdarfullan íløgupolitikk, hevði tað saktans borið til at hildið fast um politikkin hjá undanfarnu býráðum um at sleppa av við skuldina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri svaraði aftur, at tað var neyðugt at gera stórar íløgur, eitt nú í skúlaverk, tí tað hevði kommunan onki gjørt við í mong ár. Sostatt verða skúlar nú bygdir fyri 400 milliónir.

Talan er um skúlan á Løgmannabreyt og skúlan á Argjum, men teir eru nú komnir so mikið áleiðis, at bara teir gera, at íløgutørvurin fer at minka munandi tey næstu árini.

Men hann gjørdi samstundis greitt, at lán verða ikki tikin uttan at tað verður neyðugt og tað er ikki sagt, at kommunan kemur so langt við ætlaðu íløgunum í ár, at brúk verður fyri lántøku.

Jan Christiansen helt, at fyri so vítt sá ætlanin fyri næsta ár ábyrgdarfullari út, enn fíggjarætlanin í ár.

Nú skal hon til viðgerðar í teimum ymsu nevndunum og hann stúrdi fyri, at tá ið hon hevði verið ígjøgnum tað mylluna, fór hon at verða hækkað munandi, tí ynskilistin hjá teimum ymsu býráðslimunum er uttan iva stórur og tí fara íløgurnar helst eisini at hækka munandi.


Ikki samsvar

Størsta einstaka kommunala útreiðslan er framvegis barnaansingin, sum næsta ár hækkar eitt prosent til 139 milliónir. Næststørsta útreiðslan eru teknisku veitingarnar, sum standa í stað og fáa 114 milliónir.

Tilsamans javnvigar fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu næsta ár við 617,7 milliónum. Tað er 155 milliónir minni enn í ár, tí fíggjarætlanin nú javnvigar við 772,7 milliónum.

Onkrir býráðslimir førdu fram, at tað er ikki rættiligt samsvar ímillum tað, sum meirilutin í býráðnum hevur boðað frá, at hann ætlar sær at gera av íløgum og upphæddina, sum er sett av næsta ár.

Høgni Michelsen og Beata L. Samuelsen fregnaðust tískil eftir, hvørjar íløgur skuldi gerast og, hvørjar skuldi bíða.

Eitt nú varð beinleiðis spurt eftir ætlaðu ábótunum á ítróttarhøllini á Nabb, ætlanini at byggja fimleikarahøll við Tórsvøll, ætlanini at byggja ellisdepil og ætlanini at byggja Sankta Frans Skúla út og gera ábøtur her.

Heðin Mortensen kundi ikki fara í smálutir við íløgunum, men hann staðfesti, at Sankta Frans Skúli og eldraøkið vóru við í útbyggingarætlanunum