Býráðið hevur stórar útstykkingarætlanir

- Ein av stóru avbjóðingunum er at nøkta tørvin á grundstykkjum, nú bert nøkur fá grundstykki eru eftir í kommununi.

 

 

Fólkatalið í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, stendur í vøkstri. Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya yvir fólkatal, búðu 2.149 fólk í Vága kommunu fyrst í juni mánaði í ár. Í øllum Vágaøkinum, sum eisini fevnir um Sørvágs kommunu - Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines - var fólkatalið um somu tíð tilsamans 3.381.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at fleiri nýggj sethús eru bygd í kommununi seinnu árini. Sethús eru bygd bæði í Sandavági og Miðvági, og vøksturin hevur serliga verið har, sum kommunan hevur havt góð grundstykki at vísa á. Áhugin at seta búgv er framvegis stórur, og kommunan hevur nógv fólk á bíðilista, sum vilja byggja sær hús í kommununi.

- Ein av stóru avbjóðingunum er at nøkta tørvin á grundstykkjum, nú bert nøkur fá grundstykki eru eftir í Sandavági og Miðvági. Vit hava trý tøk grundstykki í Miðvági, tvey í Sandavági - og so hava vit trý í Vatnsoyrum, sigur hon. Men í Vága kommunu leggja tey stóran dent á, at fólk, sum ætla sær at seta búgv í kommununi, eisini skulu fáa høvi til tess.

Borgarstjórin ásannar tó, at tað tekur tíð at nøkta eftirspurningin.

Taka vit fyrst Sandavág, hevur býráðið samtykt at keypa eitt stórt lendi til framtíðar útstykking. Talan er um ein stóran part av lendinum niðan ímóti og oman fyri vakstrarhúsið.

- Lendið er ikki keypt enn, men eigarin hevur játtað at selja. Ein fyribils tekning er gjørd sum vísir á leið, hvussu útstykkingin her kemur at síggja út. Hetta økið liggur væl fyri og er nær við alfaraveg. Nýggja útstykkingin, sum verður her, kemur líka sum í framhaldi av stóru útstykkingini í Sørpum, sum er nýggjasti býlingurin í Sandavági.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur seg í løtuni ikki duga neyvt at siga, nær henda útstykking verður klár. - Tá lendið er keypt, skal verkætlanin projekterast, og vegur skal gerast inn á økið. Eg vænti tískil ikki, at verulig gongd kemur á hesa útstykking fyrr enn einaferð næsta ár, sigur borgarstjórin.

Arbeiðið at útstykkja átta nýggj grundstykkir heiman fyri Skaldaveg í Miðvági byrjaði fyri hálvum øðrum mánaði síðan, og tað var borgarstjórin, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið hin 28. mai í ár. Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at arbeiðið í Miðvági gongur væl, og her verða fortov og ljós við vegin, eins og kommunan leggur allar íbindingar til grundstykkini.

Grundstykkini eru ikki matrikulerað enn, og tíski kunnu tey ikki seljast, fyrr enn tað er komið upp á pláss, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen og vísie á, at útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av einari størri útstykkingarætlan fyri økið, og hetta verða tey fyrstu átta grundstykkini av umleið 50, sum fara at koma á trøðni.

- Vit hava keypt lendið, og her er so gott sum klárt at byrja. Tað, sum er serstakt við nýggja býlinginum á Heiðatrøðni, er, at hann verður bundin saman við gøtum og fríøki, og her verður trygt hjá børnum at ferðast og spæla millum húsini, sigur borgarstjórin.