Týskvøldið var býráðsfundur í Klaksvík, har eitt av málunum var møguliga yvirtøkan av KÍ-høllini.
Tað verður tó ikki í hesum umfarinum, at Klaksvíkar Kommuna keypir høllina.
- Tað verður so ikki í verandi støðu, at tað verður gjørt. Vit arbeiða tó víðari við málinum, sum vit meta hevur skund. Akkurát hvør loysnin verður, dugi eg ikki at siga í løtuni, men væntandi gongur ikki so long tíð, áðrenn spurningurin aftur verður reistur fundi, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, í stuttari viðmerking.