Býráðið søplað hálva sættu millión krónur burtur

Sjúrður Olsen, býráðslimur í Tórshavn fyri Fólkaflokkin, metir, at kommunan hevur brúkt næstan hálva sættu millión krónur til eina ætlan viðvíkjandi høllini á Hálsi, ið ongantíð verður sett til verk. Hann metir eisini, at tað ongantíð kann koma nøkur nytta av verkætlanini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, er sannførdur um, at hetta ikki er søplaður peningur

Báðir kommunustýrislimirnir eru á einum máli um, at okkurt má gerast við høllina á Hálsi. Trupulleikin er sambært Sjúrði Olsen, at kommunan hevur nýtt nærum hálva sættu millión krónur til at fáa arkitektar uttanlands at gera eina ætlan um, hvussu høllin skal umvælast og umbyggjast. Hann metir tað sum eitt klárt yvirtraðk, tí tað ongantíð hevur verið eitt gott hugskot at umbyggja og umvæla høllina, fyri so nógvan pening.

Tá arbeiðið var boðið út, endaði lægsta kostnaðarmetingin á 60 milliónum krónum, heldur enn á 35 milliónum krónum, sum kommunan ætlaði.

- Hasin peningurin er grýttur beint út gjøgnum vindeygað, sigur Sjúrður Olsen, og leggur afturat, at hann ongantíð hevur hildið tað vera skilagott at umvæla og umbyggja høllina, tí tað kostar líka nógv, sum at byggja eina nýggja høll.

Heðin Mortensen er tó sannførdur um, at peningurin er væl nýttur. Hann situr í hesum føri sum formaður í nevndini fyri høllina á Hálsi, umframt at vera borgarstjóri og náttúrligur formaður í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

- Vit hava slept hesari ætlanini fyribils, og vit hava møguleika at taka hann uppaftur, um tað verður bíligari og so framvegis. Vit kunnu eisini nýta tað arbeiðið, sum er gjørt fyri 5,3 milliónir krónur til projektering, í samband við eina ætlan um nýggja høll, um vit bara broyta tekningarnar eitt sindur, sigur


Verður ikki nýtiligt

Sjúrður Olsen er hinvegin sannførdur um, at peningurin, sum er nýttur, er farin endaliga upp í royk.

- At broyta ætlanina eitt sindur fyri at gera eina nýggja høll, er ein útsøgn, eg als ikki trúgvi uppá. Tað kemur í hvussu so er at kosta meira enn tað longu hevur gjørt, um tað verður veruleiki at gera eina nýggja høll, sigur Sjúrður Olsen.


Líkur ikki altjóða krøv

Um høllin á Hálsi verður umbygd á tann hátt, sum ætlanin fyrilá, so líkur hon ikki altjóða krøv. Hon verður ov lág í síðunum til badminton og flogbólt, samstundis sum hon verður ov smøl til hondbólt. Hetta líkar ikki Sjúrði Olsen

- Tað er av avgerandi týdningi fyri meg, at møguleiki verður at hava altjóða dystir í høllini. Tí haldi eg tað vera nógv snildari at byggja eina nýggja høll. Tað ber heilt víst til at byggja eina nýggja høll fyri 60 milliónir krónur, sum umvælingararbeiðið leyp uppá, heldur Sjúrður Olsen

Heðin Mortensen er hinvegin heitur fyri ætlanini at gera umvælingarnar, ið vóru frammi.

- Við hesi ætlan, sum vit hava tosað um og nú er løgd á ís, so verður høllin ein ótrúliga góð samkomuhøll. So er spurningurin eisini, hvussu ofta vit hava altjóða dystir. Vit tosa um fimta hvørt ár ella okkurt tílíkt, so mann kundi kanska heldur gjørt eina aðra høll til altjóða dystir, heldur Heðin Mortensen.


Útlendskir arkitektar

Fyri kortum var tos um, at føroyskir arkitektar og arbeiðsmegi verða sett í aðru røð, tá Tórshavnar kommuna ger arbeiðir.

Í hesum føri greiðir Heðin Mortensen frá, at ongar føroyskar fyritøkur hava møguleika at gera eina heila ítróttarhøll. Men hann metir tó, at onki er í vegin fyri, at føroysk arbeiðsmegi verður nýtt í arbeiðinum.


Gera lappaloysn

Sambært bæði Sjúrði Olsen og Heðini Mortensen er tað ein møguleiki fyri at gera eina sokallaða gaffatapeloysn, har mann umvælir tað neyðugasta fyri einar 14 milliónir krónur, fyri síðani at gera eina nýggja høll í framtíðini.

Í sambandi við hví arbeiðið var steðga nú, greiðir Heðin Mortensen frá, at tað ikki longur bar til at lata teir bíða, ið høvdu latið tilboð inn at umbyggja høllina.

Sjúrður Olsen nevnir somuleiðis ein møguleikar vera at gera Neistahøll og høll úti á Argjum, áðrenn nakað verður gjørt við høllina á Hálsi, tí tað longu er so stórt trýst á hallunum, ið eru í Tórshavn.