Í starvslýsingini stendur at lesa, at fjølmiðlastarvsfólki fer millum annað at hava sum uppgávu at skipa kunningarpolitikkin hjá kommununi, at ritstjórna kunningarrit, dagføra tíðindi bæði á heimaneti, interneti og á kunningartalvum í kommununi.
Tørvur á góðari kunning
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, dylur ikki fyri, at tað er stórur tørvur á einum slíkum persóni í býráðsumsitingini.
- Vit hava nógv tíðindi, sum skulu út, og tí hevur tað týdning, at tað verður gjørt á rættan hátt. Borgararnir í kommununi skulu vita, hvat fer fram, og tí skal heimasíðan, kunningartalvur og annað dagførast regluliga, og tað krevur eitt fólk at taka sær av øllum hesum uppgávum, sigur Heðin Mortensen.
Sambært borgarstjóranum hevur býráðið eisini ætlanir um, at tær svørtu kunningartalvurnar, sum standa ymsastaðnis í kommununi, verða skiftar út við elektroniskar talvur, sum verða stýrdar av Snarskivuni. Tann fyrsta av hesum elektronisku talvunum verður sett upp í Gongugøtuni í næstum, greiðir Heðin Mortensen frá.
Sambært starvslýsingini skal fjølmiðlafólkið hava lokið fjølmiðlaútbúgving og hava royndir á økinum. Starvið verður væntandi sett frá 1. mars komandi ár.