Býráðið stendur við sítt

Fríggjakvøldið var pallborðsfundur í Havn undir heitinum Hvar bleiv Musikkskúlin av?
Býráðið samtykti í fjør einmælt, at musikkskúlin skuldi byggjast eystan fyri Norðurlandahúsið. Býráðið var sannført um, at økið er ætlað tílíkari bygging, men Skógfriðingarnevndin helt ikki økið vera tað rætta, og málið fór tí víðari til Yvirfriðingarnevndina.
Á fundinum fríggjakvøldið upplýsti Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, at í heyst vóru 3,7 milliónir krónur tøkar til at fara undir sjálvt projekteringsarbeiðið ogmælt varð eisini til at fara undir tað. So langt komst tó ikki, tí ein høka var enn – at myndugleikar skuldu hoyrast um staðsetingina.
Málið hevur ligið í Yvirfriðingarnevndini síðan fyri jól í fjør.
Í apríl kom ein fyrispurningur frá Yvirfriðingarnevndin,i um byggisamtyktin frá 1970unum hevði verið til góðkenningar hjá Yvirfriðingini.
- Tað hevur ikki verið vanlig mannagongd. Sjónarmiðið hjá kommununi er, at byggisamtyktin loyvir slíkari bygging eins og byggingini av grannahúsunum Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum í áttiárunum.

Býráðið heldur sín seinasta fund fyri summarfrítíðina 28. juni.
- Vit vóna, at eitt jaligt svar frá Yvirfriðingarnevndini verður klárt til tann fundin, so býráðið kann samtykkja at seta sjálva projekteringina í gongd, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini.