FSF-bygningurin
Eftir at ymsu fótbóltsfeløgini í landinum á teimum báðum seinastu aðalfundunum hava kjakast dúgliga um, hvat er rætt og ikki at gera við ætlaða bygningin við Tórsvøll, er gongd nú loksin komið á arbeiðið.
Eftir at bygnignurin í fjør varð klæddur eru menn nú farnir í holt við at gera sjálva innrættingina lidna, og nú er so eisini líkt til, at fíggingin av bygninginum gerst nakað lættari, enn lagt varð upp til frammanundan.
Tórshavnar Kommuna hevur nevnliga gjørt av játta Fótbóltssambandinum eina millión í stuðli til endamálið. Stuðulin er tó treytaður av, at Grunnurin Tórsvøllur fær loyvi at nýta hølini hjá FSF til VIP-tiltøk, tá tørvur er á hesum, eins og grunnurin skal hava atgongd til vátrúmini og búrunum, tá hesi verða gjørd.
Á aðalfundinum hjá FSF fyrr í ár varð metti kostnaðurin fyri liðugtgerðina10,4 mió kr, harav 2,2 mió kr. skuldu fíggjast við láni. Men hendan byrðan verður so væntandi nakað minni, nú Býráðið hevur gjørt av at stuðla ætlanini.