Upptakt
Tað er einki at ivast í, at tað tekur fast hjá øllum norðoyingum, at gongdin hjá KÍ hevur verið somikið nógv tann skeiva vegin seinastu tíðina.
Nú verða so eisini politisk stig tikin, til tess at betra um lagið, tí hóskvøldið hevði býráðið boðið øllum hópinum til døgurða á Hotel Norð, har borgarstjórin sjálvur royndi at pota nakað av spæligleði inn í leikararnar.
Jákup møguliga við
Tá vit høvdu samband til Klaksvíkar seinast, var einasta ivamálið, hvørt tað skuldi eydnast Jákupi Mikkelsen at gerast klárur til dystin. Landsliðsmálverjin fekk skaða fyri tveimum vikum síðani, men hesa vikuna hevur hann so smátt tikið lut aftur í venjingini.
Tað verður tó ikki fyrr enn beint undan dystarbyrjan, at støða verður tikin til, hvørt Jákup verður í KÍ-málinum ella ikki. Hartil hevur liðið nú bæði Atla Danielsen og Ova Nysted tøkar, eftir at teir høvdu leikbann seinast.
Í Gøtu siga tey seg als ikki hugsa um skaðar ella leikbann í hesum døgum. Krzystof Popczynski hevur allar mans tøkar, og kann tí seta liðið júst soleiðis, sum hann ynskir. Málið er uttan iva enn einaferð trý stig, og megnar liðið framvegis at halda kósina, so er tað so avgjørt ikki av leið at rokna við, at Gøturnar aftur skulu eiga umboð í Europa, eftir at hetta fyri fyrstu ferð kiksaði hjá teimum í fjør.