Býráðið yvirtekur nú býarsavnið hjá Birgari

Tað er nú greitt, at Tórshavnar Býráð yvirtekur býarsavnið, sum Birgar Johannessen hevur bygt upp av sínum eintingum hesi seinastu, nógvu árini.

 

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at yvirtaka savnið, og í morgun kom tað so langt sum at  avtala er gjørd um, at Birgar Johannessen letur Tórshavnar býarsavni lutirnar í privata savninum.  

 

– Birgar Johannessen hevur altíð havt áhuga fyri gomlum lutum, og fór undir eitt miðvíst innsavningararbeiði fyrst í nítiárunum. Talan er um fleiri enn 1000 lutir, ið nú eru latnir Tórshavnar býarsavni, sigur býráðið. 

 

Tey siga, at nú verður savnið bulurin hjá einum komandi Býarsavnið. Annars verður arbeitt við at útvega Tórshavnar býarsavni høli at húsast í, men fyribils verður framsýningin hjá Birgari verandi í Niels Finsensgøtu 38 og verður opin eftir avtalu.