Býráðið yvirtikið Hoyvíkshagan

Eigarafelagið Hoyvíkshagin-Suður kallaði týskvøldið inn til eykaaðalfund. Á fundinum ætlaði nevndin at leggja frá sær, men broyttar umstøður høvdu við sær, at nevndin varð øll afturvald

Nevndin í eigarafelagnum Hoyvíkshagin-suður hevði áðrenn týskvøldið avgjørt at leggja frá sær. Hetta komst av, at nevndin áhaldandi hevði roynt at gjørt eina avtalu við Tórshavnar Býráð um at yvirtaka útstykkingina í Hoyvíkshaganum, men býráðið hevði gjørt greitt, at hetta ynskti tað ikki.
Av tí at nevndin sjálv metir seg ikki hava neyðuga førleikan fyri at standa fyri útstykkingini, umframt at flestu limirnir í nevndini hava krevjandi størv dagliga, hildu teir ikki, at tað var ráðiligt at standa fyri eisini so stórari útstykking.
Men áðrenn eykaaðalfundin týskvøldið, hálsaði alt brádliga um.
? Vit vóru á fundi við býráðið klokkan 16, og tá høvdu teir broytt meining, og vildu yvirtaka útstykkingina. Harafturat hevði býráðið valt, at avseta ein verkfrøðing av til at arbeiða burturav við hesum, og hetta gjørdi, at allar fortreytir brádliga vórðu broyttar, sigur Árni Rasmussen, nevndarlimur.
Á fundinum heitti Jan Christiansen, borgarstjóri nevndina um, at stilla uppaftur, og tá fortreytirnar nú vóru heilt øðrvísi, gjørdi nevndin, sum borgarstjórin ynskti. Allir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, undantikið ein, sum hevði valt at fara úr nevndini fyri nakað av tíð síðani.
? Vit eru sjálvandi glað fyri hetta, tí hetta var tað, vit ynsktu. Og vit hava eisini fingið okkara ynskið uppfylt, so at siga, sigur Árni Rasmussen.

Dýrt í Havn

Seinastu 20-30 árini hevur tað verið soleiðis í Havnini, at tá ein kommunal útstykking hevur verið gjørd, so er eitt eigarafelag stovnað samstundis, sum kemur at umboða allar eigararnar. Teir velja so eina nevnd, sum stendur fyri útstykkingini.
? Hetta mynstrið hevur riggað væl seinastu árini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Men av tí, at tað verður altíð goldin ein netto-prísur fyri grundstykkini, umframt at mvg skal gjaldast, sum er 25%, so koma grundstykkini í Havn at kosta 100.000-200.000 krónur meira enn í Havn enn á bygd, har kommunan spýtur pengar í eisini, vísir Jan Christiansen á.
Nýggja mvg-lógin er soleiðis háttað, at um kommunan ger eina útstykking, so skal hon gjalda 6,25% í mvg, meðan eigarafelagið skal gjalda 25%. Tí verða grundstykkini nógv dýrari enn aðrastaðni, har bara 6,25% eru at gjalda í mvg.
? Tá nevndin í Eigarafelagnum Hoyvíkshagin-Suður vil leggja frá, so er tað skjótt at rokna út, at vit fáa ikki fimm onnur at taka yvir. Í býráðnum vórðu vit samd politiskt um at taka yvir, tí hetta er tann einasta loysnin, sigur Jan Christiansen.
Verkfrøðingastovan hjá Magnus Paula Gaard fer innan fyri næstu tvær vikurnar at bjóða arbeiðið út, og tá skuldi verið klárt at stykkja út í Hoyvíkshaganum.

Myndatxt: Kommunan hevur nú valt at yvirtaka Hoyvíkshagan og stykkja hann út