Í 2013 fer Sev-rokningin hjá eini vanligari familju at vera 4.000 krónur hægri um árið, enn hon er nú. Tað var roknistykkið, sum varð varð borðreitt fyri býráðslimum í Havn á býráðsfundi hóskvøldið.
Og á Rás2 staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at hann er framvegis ikki sinnaður til at góðtaka, at prísurin á streymi skal hækka so nógv, sum Sev ætlar.
Hetta staðfestir hann, hóast Sev hevur brúkt nógva orku at greiða frá, hvussu álvarsligar avleiðingar tað fer at fáa við útbyggingar og kanska eisini fyri elveitingartrygdina, at Sev ikki sleppur at hækka prísirnar.
Á býráðsfundi í Havn varð upplýst, at Sev hevur havt fund við Býráðið og har hevur felagsskapurin greitt frá ætlanini.
Og tann frágreiðingin hevur skelkað býráðslimir.
- Veruleikin er, at tað er ikki bara næsta ár, at prísurin á streymi skal hækka 15 oyru fyri kilowatt tíman.
- Sev hevur greitt okkum frá, at prísurin skal eisini hækka 15 oyru fyri kilowatt tíman í 2012 og aftur í 2013.
Ta ið mvg er lagt afturat, verður niðurstøðan, at í 2013 fer prísurin á streymi at kosta 2,08 fyri hvønn kilowatt tíma.
Sostatt skal eitt vanligt húsarhald í 2013 fyrireika seg upp á at betala einar 4000 krónur meiri til Sev, enn tað ger í dag, og tað var týðiligt, at tað kom rættiliga óvart á býráðslimirnar í Havn og summir av teimum søgdu seg beinleiðis verða skelkaðar.